Ungu Föroyar - 01.03.1908, Side 5
— 21 —
Tá hinir fýra spælinienninir vóru
lidnir, slóktu teir ljósið og fóru atleita
sær eftir náttarlegu, sum hon best kundi
hóska fyri hvønn teirra. Asnin legði
seg á køstin, hundurir aftan fyri hurð-
ina, katturin á grúgvina hjá hini heitu
øskuni, og hanin setti seg upp á bitan.
Allir fýra vóru troyttir av longum veg
og sovnaði skjótt. Men tá miðnátt var
farin, og ránsmenninir fingu at síggja,
at einki ljós var longur í húsinum, og
alt sýntist vera kvirt, segði høvðs-
maðurin:
»Vit áttu stó ikki at rýmt av ræðslu
sum kálvar; fari ein tykkara inn aftur
í húsið og hyggi, hvussu vorðið er.«
Hin útsendi njósnarin fann alt tig-
anđi og kvirt, og hann fór tí út í royk-
stovuna og ætlaði at tendra ljós við
einum svávulspinni. Hann helt eyguni
í kattinum sum glógvaðu so bjørt, vera
gløvur og rendi pinnin í tey. Men
katturin var rættiliga óður; hann leyp
upp í andlitið á manninuin og klóraði
og beit hann, so blóðið rann úr honum.
Nú var hann ógviliga bangin og leyp
á dyr; men hundurin, sum lá aftanfyri
hurðina, sprakk upp og beit hann í
beinið; tá hann kom út í tún og fram-
við køstinum, sparkaði asnin hann í
huppin við húgvi sínum; hanin sum var
vaknaður av øllum ganginum, rópti
uppi á bitanum: »Kokku-lára-kó, Kokku-
lára-kó!« Njósnarin skundaði sær tað
dýrasta hann var mentur aftur til fel-
agar sínar og segði:
• Høvdu tit vita, hvussu vorðið er!
í húsinum situr ein øgilig gandakelling;
hon blásti eld á meg og klóraði meg í
andlitið við neglum sínum. Við dyrnar
stendur ein maður við einuin knívi;
hann stakk meg í beinið. í túninum
I
liggur eitt ræðiligt beist, sum slóð meg
við einum lurki, so eg datt; og á tak-
inum situr dómarin, hannrópti: »Takið
mær tjóvin, takið mær tjóvin!* Tá
skundaði eg mær at renna so skjótt,
sum eg orkaði.«
Eftir hetta tordu ránsmenninir
ikki aftur til húsið; men hinum fýra
spælimonnunum dámdi so væl, at teir
sameindist um at vera har fyri fyrst,
og hann sum segði mær frá hesi søg-
uni, heldur, at teir væl kunnu vera
har enn.
Ingólvur Arnarson.
í »Ungu Føroyum* nr. 1 stóð mynd
av minnisvarða, sum Islendingar ætla at
seta í Roykjavík til núnnis um Ingólv
Arnarson, ið var fyrstu maður, sum tók
land og reisti búgv á íslandi.
í gomlum bókum er mangt at lesa
um henda Ingólv og ein frænda hansara
og um ferð teirra til Islands:
Frændurnir Ingólvur Arnarson og
Hjørleivur Hróðmarsson áttu heima í
| Firðafylki á vesturstrond Noregs. Har
búði ein jallur, sum æt Atli hin mjóvi.
Hann átti tríggjar synir, sum lógu í
bardaga við Ingólv og Hjørleiv. Tveir
synir jalls fullu, og vóru tí Ingólvur og
Hjørleivir dømdir til at missa jarðir
l sínar og at fara av landi burtur. Teir
høvdu tá frætt, at funnið var ókunnugt
| land úti í havi, sum kallað var ísland,
og sigldu teir tí hagar fyri at skoða
landi og vita, um tað mundi vera byggi-
! ligt. Teimum leitst væl á landið, og
hildu teir so aftur til Noregs. Síðani