Ungu Föroyar - 01.03.1908, Page 5

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Page 5
— 21 — Tá hinir fýra spælinienninir vóru lidnir, slóktu teir ljósið og fóru atleita sær eftir náttarlegu, sum hon best kundi hóska fyri hvønn teirra. Asnin legði seg á køstin, hundurir aftan fyri hurð- ina, katturin á grúgvina hjá hini heitu øskuni, og hanin setti seg upp á bitan. Allir fýra vóru troyttir av longum veg og sovnaði skjótt. Men tá miðnátt var farin, og ránsmenninir fingu at síggja, at einki ljós var longur í húsinum, og alt sýntist vera kvirt, segði høvðs- maðurin: »Vit áttu stó ikki at rýmt av ræðslu sum kálvar; fari ein tykkara inn aftur í húsið og hyggi, hvussu vorðið er.« Hin útsendi njósnarin fann alt tig- anđi og kvirt, og hann fór tí út í royk- stovuna og ætlaði at tendra ljós við einum svávulspinni. Hann helt eyguni í kattinum sum glógvaðu so bjørt, vera gløvur og rendi pinnin í tey. Men katturin var rættiliga óður; hann leyp upp í andlitið á manninuin og klóraði og beit hann, so blóðið rann úr honum. Nú var hann ógviliga bangin og leyp á dyr; men hundurin, sum lá aftanfyri hurðina, sprakk upp og beit hann í beinið; tá hann kom út í tún og fram- við køstinum, sparkaði asnin hann í huppin við húgvi sínum; hanin sum var vaknaður av øllum ganginum, rópti uppi á bitanum: »Kokku-lára-kó, Kokku- lára-kó!« Njósnarin skundaði sær tað dýrasta hann var mentur aftur til fel- agar sínar og segði: • Høvdu tit vita, hvussu vorðið er! í húsinum situr ein øgilig gandakelling; hon blásti eld á meg og klóraði meg í andlitið við neglum sínum. Við dyrnar stendur ein maður við einuin knívi; hann stakk meg í beinið. í túninum I liggur eitt ræðiligt beist, sum slóð meg við einum lurki, so eg datt; og á tak- inum situr dómarin, hannrópti: »Takið mær tjóvin, takið mær tjóvin!* Tá skundaði eg mær at renna so skjótt, sum eg orkaði.« Eftir hetta tordu ránsmenninir ikki aftur til húsið; men hinum fýra spælimonnunum dámdi so væl, at teir sameindist um at vera har fyri fyrst, og hann sum segði mær frá hesi søg- uni, heldur, at teir væl kunnu vera har enn. Ingólvur Arnarson. í »Ungu Føroyum* nr. 1 stóð mynd av minnisvarða, sum Islendingar ætla at seta í Roykjavík til núnnis um Ingólv Arnarson, ið var fyrstu maður, sum tók land og reisti búgv á íslandi. í gomlum bókum er mangt at lesa um henda Ingólv og ein frænda hansara og um ferð teirra til Islands: Frændurnir Ingólvur Arnarson og Hjørleivur Hróðmarsson áttu heima í | Firðafylki á vesturstrond Noregs. Har búði ein jallur, sum æt Atli hin mjóvi. Hann átti tríggjar synir, sum lógu í bardaga við Ingólv og Hjørleiv. Tveir synir jalls fullu, og vóru tí Ingólvur og Hjørleivir dømdir til at missa jarðir l sínar og at fara av landi burtur. Teir høvdu tá frætt, at funnið var ókunnugt | land úti í havi, sum kallað var ísland, og sigldu teir tí hagar fyri at skoða landi og vita, um tað mundi vera byggi- ! ligt. Teimum leitst væl á landið, og hildu teir so aftur til Noregs. Síðani

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.