Ungu Föroyar - 01.03.1908, Page 6
— 22 —
fóru teir at búgva seg til at flyta hað-
ani til íslands.
Árið 874 sigldu teir út frá Noregi. !
Teir høvdu við sær tvey keypskip, og
stýrdi Ingólvur øðrum teirra og Hjør-
leivur hinum. Teir høvdu við sær
konur og børn og heimafólk; har í
millum vóru nakrir ófrælsir menn, sum
kallaðir vóru trælar. Eisini høvdu teir
við sær seyð, neyt og heystar og har
aftrat búnyttur og onnur amboð, so j
teir kundu reisa búgv á íslandi.
Tá ið teir nærkaðust íslandi, skild-
ust skipini, Hjørleivur kom at landi við
ein høvda, sum eftir honum er kallaður j
Hjørleivshøvdi. Har bygdi hann sær
hús og tók vetrarvist. Um várið ætlaði
hann at sáa korn. Hann átti tíggju
trælar, sum hann hevði hertikið á ír-
landið, og hann læt teir pløga ein lítlan
blett til at sáa í. Men trælarnir vóru
latir og høvdu lítlan hug til arbeíðis.
Teir gjørdu atsókn at Hjørleivi og
monnum hansara og đrupu teir. Kon-
urnar tóku teir og flýddu við teimum
út í Vestmannoyar.
Tá ið Ingólvur kom í nánd við ís-
land, kastaði hann øndvegissúlurnar*),
sum hann hevði tikið við sær úr Noregi,
fyri borð, og hann segði, at hann skuldi
byggja har, sum gudarnir lótu øndvegis-
súlurnar reka á land. Síðani lendi
hann við ein høvda, sum kallaður var
Ingólvshøvdi og er nógv eystari enn
Hjørleivshøvdi. Um várið sendi Ingólvur
tveir menn vestur við sjógv til tess at
leita eftir øndvegissúlunum. Teir funnu
Hjørleiv og menn hansara deyðar. In-
gólvur frætti hesi tíðindi og fór sjálvur
*) øndvegissúlur = hásætissúlur.
til Hjørleivshøvda og læt grava frænda
sín og menn hansara.
Ingólvur harmaðist nógv um deyða
frænda síns, og av tí, at Hjørleivur
aldri hevði viljað blótað til skurðgudar,
helt hann nú, at gudarnir høvdu hevnt
seg, og hann mælti: Vanvirðislig var
lagnan, sum rakti hetta reystmenni, at
trælar skuldu vera bani hansarar; men
eg síggi, at á henda hátt gongur tað
teimum, ið ikki vilja blóta.« Seinri
fann Ingólvur trælarnar úti í Vest-
mannaoyum og drap teir, og hann
bjargaði konunum, sum teir høvdu tikið.
Ingólvur var um veturin við Hjør-
leivshøvda; men sumarið eftir helt hann
ferð sína víðari vestur við sjógv. Hin
triðja vetur var hann undir Ingólvs-
fjalli í Ølvusi. Várið eftir funnust
øndvegissúlurnar riknar á land við
Roykjavík (Reykjavík), og har reisti
Ingólvur sær búgv, og har búði hann
alla ævi sína.
Golfstreymur og rekar.
011 hava tit ivaleyst hoyrt Golf-
streymin tiltiknan, og tit munnu eisini
vita, at hann rennur norður gjøgnum
Atlantshavið og hevur lýtku og hita
við sær. Tað er ikki ov nógv sagt at
hann eigur lívið í fólkinum, sum býr
í Førroyum, íslandi og norðara parti
av Noregi.
Golf merkir flógvi og Golfstreymur
tí sjálvsagt Flógvastreymur. Hann eitur
so av teirri grund, at tann maðurin,
sum fyrstur gav honum navn, helt hann
hava sín uppruna í gólfinum (flógvanum)
við Mið-Ameriku, og haðani helt hann