Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 6

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 6
— 22 — fóru teir at búgva seg til at flyta hað- ani til íslands. Árið 874 sigldu teir út frá Noregi. ! Teir høvdu við sær tvey keypskip, og stýrdi Ingólvur øðrum teirra og Hjør- leivur hinum. Teir høvdu við sær konur og børn og heimafólk; har í millum vóru nakrir ófrælsir menn, sum kallaðir vóru trælar. Eisini høvdu teir við sær seyð, neyt og heystar og har aftrat búnyttur og onnur amboð, so j teir kundu reisa búgv á íslandi. Tá ið teir nærkaðust íslandi, skild- ust skipini, Hjørleivur kom at landi við ein høvda, sum eftir honum er kallaður j Hjørleivshøvdi. Har bygdi hann sær hús og tók vetrarvist. Um várið ætlaði hann at sáa korn. Hann átti tíggju trælar, sum hann hevði hertikið á ír- landið, og hann læt teir pløga ein lítlan blett til at sáa í. Men trælarnir vóru latir og høvdu lítlan hug til arbeíðis. Teir gjørdu atsókn at Hjørleivi og monnum hansara og đrupu teir. Kon- urnar tóku teir og flýddu við teimum út í Vestmannoyar. Tá ið Ingólvur kom í nánd við ís- land, kastaði hann øndvegissúlurnar*), sum hann hevði tikið við sær úr Noregi, fyri borð, og hann segði, at hann skuldi byggja har, sum gudarnir lótu øndvegis- súlurnar reka á land. Síðani lendi hann við ein høvda, sum kallaður var Ingólvshøvdi og er nógv eystari enn Hjørleivshøvdi. Um várið sendi Ingólvur tveir menn vestur við sjógv til tess at leita eftir øndvegissúlunum. Teir funnu Hjørleiv og menn hansara deyðar. In- gólvur frætti hesi tíðindi og fór sjálvur *) øndvegissúlur = hásætissúlur. til Hjørleivshøvda og læt grava frænda sín og menn hansara. Ingólvur harmaðist nógv um deyða frænda síns, og av tí, at Hjørleivur aldri hevði viljað blótað til skurðgudar, helt hann nú, at gudarnir høvdu hevnt seg, og hann mælti: Vanvirðislig var lagnan, sum rakti hetta reystmenni, at trælar skuldu vera bani hansarar; men eg síggi, at á henda hátt gongur tað teimum, ið ikki vilja blóta.« Seinri fann Ingólvur trælarnar úti í Vest- mannaoyum og drap teir, og hann bjargaði konunum, sum teir høvdu tikið. Ingólvur var um veturin við Hjør- leivshøvda; men sumarið eftir helt hann ferð sína víðari vestur við sjógv. Hin triðja vetur var hann undir Ingólvs- fjalli í Ølvusi. Várið eftir funnust øndvegissúlurnar riknar á land við Roykjavík (Reykjavík), og har reisti Ingólvur sær búgv, og har búði hann alla ævi sína. Golfstreymur og rekar. 011 hava tit ivaleyst hoyrt Golf- streymin tiltiknan, og tit munnu eisini vita, at hann rennur norður gjøgnum Atlantshavið og hevur lýtku og hita við sær. Tað er ikki ov nógv sagt at hann eigur lívið í fólkinum, sum býr í Førroyum, íslandi og norðara parti av Noregi. Golf merkir flógvi og Golfstreymur tí sjálvsagt Flógvastreymur. Hann eitur so av teirri grund, at tann maðurin, sum fyrstur gav honum navn, helt hann hava sín uppruna í gólfinum (flógvanum) við Mið-Ameriku, og haðani helt hann

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.