Ungu Föroyar - 01.03.1908, Side 8
— 24 —
ligu frásøgnini, og líka lítið tá sum
seinri kom kol til at vera útflutnings-
vara í Føroyum.
Annars er at siga, at henda rnn-
sóknin eftir koli ivaleyst var atvoldin
til, at ein maður á Viðareiði, sum æt
Jóhannes Zachariassen, nøkur ár seinri
reypaði av, at hann visti av einum fjaili
suðuri í Suðroy, sum var av tini, og
av tveimum fjøllum á Viðoy, sum vóru
av jarni. Hann var tí stevndur fyri
løgrættuna til tess at geva frágreiðing
um málmfjøllini, sum hann segði seg at
vita so nógv um. Men tá kom ræðsla
á hann, og hann segði, at hetta mundi
vera lopið sær av munninum av tí, at
hann hevði verið đrukkin, ella av tí, at
hann stundum var ørur í høvdinum av
eini sjúku, sum hann hevði haft. Hann
bað tí løgrættumenn og landfúta fyri
guds sakir ikki koma sær í kløtur fyri
tað, sum hann hevði sagt.
Brævaskifti.
Góðu børn!
Brøv, sum tit senda til »Ungu Før-
oyar, mugu hava til utanáskriftar:
Fagralíðar háskúli um Klaksvík;
tí Símun úr Konoy er ikki útgevari og
blaðstýrari longur. Men hann tekur
móti pengum fyri »Ungu Føroyar* enn
sum áður, og vil eg tí biðja tey, sum
ikki enn hava goldið fyri 1907, um at
senda pengarnar til hansara.
í framtíðini er ætlan at lata postin
bera blaðið út til haldarana, og vænti
eg, at tað verður lagaligt fyri allar
partar. Vinaliga
Utgevarin.
G-áta.
3. 5. 2. 1. 7. 8.
Eg havi eitt navn, sum øll konna væl;
á sjónum tó eingin tað novna skal.
5. 4. 3. 7. 8.
í vøtnum eg altíð vera vil.
Mong halda tó, at eg eri ei til.
8. 7. 6. 7. 8.
Um eg verði nógv ella lítið metin?
Eg vaxi upp, verði bakaður og etin.
6. 2. i. 7. 8.
Til at finna meg tær nýtist tol.
Í Sandoy navna mín eigur eitt hol.
7. 5. 6. 4.
Soleiðis rópa nú øll meg.
Soleiðis róptu tey einaferð teg.
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.
í gomlum døgum eg ráddi víða
og vanvirđi alt, sum ei vildi stríða.
Nú á døgum eg trívist ei,
verðin er vorðin mær beisk og leið.
— Vita nú um tú finuur meg;
eg havi jú víst tær so væl á veg.
at tann, sum skundar sær, kann fáa til
keyps ein hóp av frálíka góðum og
bíligum varum? Her skal t. d. nevnast:
Seymimaskinur, ur, barometur, kik-
arar, og ein mongd av gullstási, stovu-
og kirkjuorgul við ljómandi føgrum
tóna, rakiknívar, køkuføt, borðdúkar,
lampur og mangt, inangt annað. Alt
fæst í handlinum hjá
M. Einarsson
í Havn.
Ungu Føroyar kosta 1 kr. 20 oyr. um
árið og koma út einaferð í hvørjum
mánaði.
Ungu Føroyar kunnu fáast við at skriva
seg fyri tær hjá postinum og hjá út-
gevaranum: Símun av S/carði, Føgru-
líðar háskúla.
Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík.
Prentsmiðja »Fram*s, Tórshavn.