Ungu Föroyar - 01.03.1908, Síða 8

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Síða 8
— 24 — ligu frásøgnini, og líka lítið tá sum seinri kom kol til at vera útflutnings- vara í Føroyum. Annars er at siga, at henda rnn- sóknin eftir koli ivaleyst var atvoldin til, at ein maður á Viðareiði, sum æt Jóhannes Zachariassen, nøkur ár seinri reypaði av, at hann visti av einum fjaili suðuri í Suðroy, sum var av tini, og av tveimum fjøllum á Viðoy, sum vóru av jarni. Hann var tí stevndur fyri løgrættuna til tess at geva frágreiðing um málmfjøllini, sum hann segði seg at vita so nógv um. Men tá kom ræðsla á hann, og hann segði, at hetta mundi vera lopið sær av munninum av tí, at hann hevði verið đrukkin, ella av tí, at hann stundum var ørur í høvdinum av eini sjúku, sum hann hevði haft. Hann bað tí løgrættumenn og landfúta fyri guds sakir ikki koma sær í kløtur fyri tað, sum hann hevði sagt. Brævaskifti. Góðu børn! Brøv, sum tit senda til »Ungu Før- oyar, mugu hava til utanáskriftar: Fagralíðar háskúli um Klaksvík; tí Símun úr Konoy er ikki útgevari og blaðstýrari longur. Men hann tekur móti pengum fyri »Ungu Føroyar* enn sum áður, og vil eg tí biðja tey, sum ikki enn hava goldið fyri 1907, um at senda pengarnar til hansara. í framtíðini er ætlan at lata postin bera blaðið út til haldarana, og vænti eg, at tað verður lagaligt fyri allar partar. Vinaliga Utgevarin. G-áta. 3. 5. 2. 1. 7. 8. Eg havi eitt navn, sum øll konna væl; á sjónum tó eingin tað novna skal. 5. 4. 3. 7. 8. í vøtnum eg altíð vera vil. Mong halda tó, at eg eri ei til. 8. 7. 6. 7. 8. Um eg verði nógv ella lítið metin? Eg vaxi upp, verði bakaður og etin. 6. 2. i. 7. 8. Til at finna meg tær nýtist tol. Í Sandoy navna mín eigur eitt hol. 7. 5. 6. 4. Soleiðis rópa nú øll meg. Soleiðis róptu tey einaferð teg. 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8. í gomlum døgum eg ráddi víða og vanvirđi alt, sum ei vildi stríða. Nú á døgum eg trívist ei, verðin er vorðin mær beisk og leið. — Vita nú um tú finuur meg; eg havi jú víst tær so væl á veg. at tann, sum skundar sær, kann fáa til keyps ein hóp av frálíka góðum og bíligum varum? Her skal t. d. nevnast: Seymimaskinur, ur, barometur, kik- arar, og ein mongd av gullstási, stovu- og kirkjuorgul við ljómandi føgrum tóna, rakiknívar, køkuføt, borðdúkar, lampur og mangt, inangt annað. Alt fæst í handlinum hjá M. Einarsson í Havn. Ungu Føroyar kosta 1 kr. 20 oyr. um árið og koma út einaferð í hvørjum mánaði. Ungu Føroyar kunnu fáast við at skriva seg fyri tær hjá postinum og hjá út- gevaranum: Símun av S/carði, Føgru- líðar háskúla. Útgevari og blaðstýrari: Símun av Skarði, Fagralíðar háskúla, um Klaksvík. Prentsmiðja »Fram*s, Tórshavn.

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.