Ungu Föroyar - 01.12.1910, Blaðsíða 2
90 —
Og hygg wn Føroyar vida hvar
á sund og bygdarlag,
og hvar er so tað ránsmannalið,
sum rændi góðs og fæ?
Og hygg um Føroyar víða hvar,
har líðin stendur breið;
hvar finnur tú kvinnu ella mann,
sum minnist á Magnus ei!
'lýlt ki' DonxkumJ)
Sggan um tvær evundsjúkar systrar.
(Úr Tiíxnnd mittnni 0[! eini.)
(Niðurlagt.)
Dagin eftii' gjørdi drottningin seg
til at fara við kongi at vitja børn síni.
Fyrst baðaði hon sær í heituin vatni,
og síðani fór hon í besta búna sín, so
hon skein oll í gulli. Tá ið tey vóru
koniin vegin fram, leiddi kongur drott-
ningina fram fyri kongssyirnar Bahtnan
og Parvis og kongsdótturna Perisadu
og segði: »Hygg, her eru børn tíni,
avkomið títt, sum tú hevur borið undir
hjarta tínuni, tínir egnir synir og dóttir
tín. Umfavna tey nú við øllum tí kær-
leika, sum lijarta tftt rúmar, eins og
eg havi gjørt. Tá ið tú barst tey í
heini, tóku tínnr illu systrar tey og
kastaðu tey í ánna, og so søgdu tær, at
tú fyrst hevði føtt ein hund, síðani eina
kettu og seinastu ferð eina mús. Eg
eri so ógviliga ringur um, at eg nakran-
tíð trúði lygiboðum teirra og óndu ráðum.
—
*) Tað er Frederik Barfod, hin frálíki danski
fosturlandsvinurin og søguskrivarin — hann
var foddur í 1811 og doyðí í 1896 — sum
hevur yrkt hetta kvæðið. Vit hiidu tað
vera beint at seta tað í »Ungu Føroyar«, nú
søgan uni Magnus Heinason er komin at enda.
Men nú vil eg takka guði hinutn algóða
fyri, at hann hevur givið okkum børn
okkara aftur, og nú vil eg, sum havi
volt tær so niiklan harm, leggja tey í
tínar armar.«
Síðani tóku kongsbørnini utn hálsin
á mammu síni og umfavnaðu hana,
ineðan gleðitárini runnu teimum eftir
kinn. So settust kongur og drottning
og børn teirra til borðs, og tá ið tey
vóru liðug at eta, fór Kusravkongur við
drottning síni oman í urtagarðin til at
vísa henni hitt syngjandi træið og hitt
gylta vatnið, og hon varð bilsin við at
síggja hesar lutir og helt teir vera
ógviliga merkiligar. So fóru tey at
vitja hin talandi fuglin, sum kongur
lievði hildið eina lovtalu yvir fyri
đrottning síni, meðan tey sótu til borðs,
og hon mátti nú undrandi sanna, at
slíka rødd hevði hon aldri hoyrt fyrr
ellj so vakran og ljómanđi song.
Tá ið tey høvdu hugt at øllum
hesum lutunum, settist kongur á hestsín;
Bahman kongsonur reið høgrumegin hann,
og Parvis vinstruinegin, og drottningin
hevði Perisadu kongsdóttur hjá sær, og
so fóru tey øll heitn á slottið. Tá ið
tey kotnu at ongjargarðinum og riðu
inn um grindina í kongligari dýrd,
streymaði ein stór mannamúgva út úr
staðnum; øll høvdu longu frætt gleði-
tíðindini um kongsbørnini, og rnanna-
múgvan skar tí nú í eitt fagnaðarróp,
sum ikki syntist at fáa enda. So nógv
sum fólk áður høvdu gramt seg um at
siggja drotningina sita í fangabúrinum,
so glað og fegin vóru tey nú yvir at
síggja hana vera slopna leysa. Mest
undraðust tey á at síggja hin talandi
fuglin, sum kóngsdóttirin bar við sær í
búrinum. Allan vegin komu fuglar fljúg-