Ungu Föroyar - 01.12.1910, Page 2

Ungu Föroyar - 01.12.1910, Page 2
90 — Og hygg wn Føroyar vida hvar á sund og bygdarlag, og hvar er so tað ránsmannalið, sum rændi góðs og fæ? Og hygg um Føroyar víða hvar, har líðin stendur breið; hvar finnur tú kvinnu ella mann, sum minnist á Magnus ei! 'lýlt ki' DonxkumJ) Sggan um tvær evundsjúkar systrar. (Úr Tiíxnnd mittnni 0[! eini.) (Niðurlagt.) Dagin eftii' gjørdi drottningin seg til at fara við kongi at vitja børn síni. Fyrst baðaði hon sær í heituin vatni, og síðani fór hon í besta búna sín, so hon skein oll í gulli. Tá ið tey vóru koniin vegin fram, leiddi kongur drott- ningina fram fyri kongssyirnar Bahtnan og Parvis og kongsdótturna Perisadu og segði: »Hygg, her eru børn tíni, avkomið títt, sum tú hevur borið undir hjarta tínuni, tínir egnir synir og dóttir tín. Umfavna tey nú við øllum tí kær- leika, sum lijarta tftt rúmar, eins og eg havi gjørt. Tá ið tú barst tey í heini, tóku tínnr illu systrar tey og kastaðu tey í ánna, og so søgdu tær, at tú fyrst hevði føtt ein hund, síðani eina kettu og seinastu ferð eina mús. Eg eri so ógviliga ringur um, at eg nakran- tíð trúði lygiboðum teirra og óndu ráðum. — *) Tað er Frederik Barfod, hin frálíki danski fosturlandsvinurin og søguskrivarin — hann var foddur í 1811 og doyðí í 1896 — sum hevur yrkt hetta kvæðið. Vit hiidu tað vera beint at seta tað í »Ungu Føroyar«, nú søgan uni Magnus Heinason er komin at enda. Men nú vil eg takka guði hinutn algóða fyri, at hann hevur givið okkum børn okkara aftur, og nú vil eg, sum havi volt tær so niiklan harm, leggja tey í tínar armar.« Síðani tóku kongsbørnini utn hálsin á mammu síni og umfavnaðu hana, ineðan gleðitárini runnu teimum eftir kinn. So settust kongur og drottning og børn teirra til borðs, og tá ið tey vóru liðug at eta, fór Kusravkongur við drottning síni oman í urtagarðin til at vísa henni hitt syngjandi træið og hitt gylta vatnið, og hon varð bilsin við at síggja hesar lutir og helt teir vera ógviliga merkiligar. So fóru tey at vitja hin talandi fuglin, sum kongur lievði hildið eina lovtalu yvir fyri đrottning síni, meðan tey sótu til borðs, og hon mátti nú undrandi sanna, at slíka rødd hevði hon aldri hoyrt fyrr ellj so vakran og ljómanđi song. Tá ið tey høvdu hugt at øllum hesum lutunum, settist kongur á hestsín; Bahman kongsonur reið høgrumegin hann, og Parvis vinstruinegin, og drottningin hevði Perisadu kongsdóttur hjá sær, og so fóru tey øll heitn á slottið. Tá ið tey kotnu at ongjargarðinum og riðu inn um grindina í kongligari dýrd, streymaði ein stór mannamúgva út úr staðnum; øll høvdu longu frætt gleði- tíðindini um kongsbørnini, og rnanna- múgvan skar tí nú í eitt fagnaðarróp, sum ikki syntist at fáa enda. So nógv sum fólk áður høvdu gramt seg um at siggja drotningina sita í fangabúrinum, so glað og fegin vóru tey nú yvir at síggja hana vera slopna leysa. Mest undraðust tey á at síggja hin talandi fuglin, sum kóngsdóttirin bar við sær í búrinum. Allan vegin komu fuglar fljúg-

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.