Ungu Föroyar - 01.12.1910, Blaðsíða 3
— 91
vandi úr øllum ættum, túsundum saman,
og sveimaðu mest utan um búrið, sum
hin talanđi fuglurin sat í, og teir sungu
hin fagrasta song, ið nakrantíð hevur
verið hoyrdur; tí allir vildu teir fylgja
harra sínum á veg og syngja til han-
ara æru.
Tá ið tey vóru heiin komin á slottið,
settust kongur, drotning og børn teirra
at veisluborði, ljós var í hvørjum vind-
eyga í staðnum, so hann var sum bál
at líta í, og alt fólkið dansaði og stutt-
leikaði sær av gleði. í fleiri dagar stóð
veitslan og stuttleikin bæði í høvuð-
staðnum og øllum ríkinum, og øll vóru
glað og fegin bæði úti og heima. Men
tá ið veitslan var at enda, gjørdi Kusrav
Kongur elsta son sín arvinga at veldis-
stóli sínum og ríkinum, og hann gav
allar ríkissakir upp í hansara hendur,
og kongssonurin stýrdi ríkinum við
slíkum vísdómi og dugnaskapi, at tað
frættist um allan heimin, og veldi hans-
ara vax í stórum. Hin yngra son sín,
Parvis kongsson, setti kongur yvir
herliðið sum formann, og dóttur sína,
Perisadu kongsdóttur, gifti hann við
einum ríkum kongi, sum ráddi yvir
einum stórum ríki.
Nú hevði drottningin fingið gleði og
fagnað í staðin fyri sorg og neyð, so
hon fullkomliga gloymdi hini longu
og strongu árini í fangabúrinum, og nú
unnaði lagnan teimum øllum góðar dagar,
og tey livdu væl og eydnurík, til tess
spillari friðarins, atskiljari sameiningar-
innar, oyðileggjari borganna, fólkfjøld-
gari gravarinnar og innheystingarmaður
upprisudagsins at endanum vitjaði tey,
og tað varð, sum tey ongantíð høvdu
verið.
Prísið harranum, sum aldri doyr og
sum ikki kennir skugga av broyting
ella umskifti.
Endi.
Søga Magnusar Heinasonar.
(Niðurlagt.)
XX.
Lík Magnusar verður upp tikið.
í sentjuni hevði Sofía Gyntersberg
fingið loyvi til at lata lík Magnusar taka
upp aftur, og so var eisini gjørt. Hon
var sjálv hjástødd, tá ið kistan varð
upp aftur grivin, og ein ómetilig manna-
múgva var har samankomin; tí øllum
tókti synd í henni, sum av svikararáðum
hevði mist mann sín. Hans Lindenov
læt ein gullstnið festa eina málmplátu
upp á kistuna, og á tí málmplátu stóð
skrivað: »Her under hviler den ærlige
Mogens Heinesøn.« Allar kirkjuklokkur
í Keypmannahavn ringdu, meðan kistan
varð borin út úr býnum. Undarliga mundi
tann klokkuklongurin ljóða í oyrunum á
Kristoffer Valkendorf, neyðar manni.
Hevði hann gjørt illa, so hevði hann
nú eisini fingið revsing aftur fyri, so
munur var í.
Líkið var síðani ført yvir til Jút-
lands, til Ørslevs kleysturs, og allan
vegin, hvar tað kom fram, ringdu kir-
kjuklokkurnar. Her á harragarði Hans
Lindenovs varð líkið jarðað, og Hans
Lindenov læt á kirkjuveggin seta eina
minnistalvu yvir vin sín, og í tí grav-
skriftini, suin stóð á hesi talvu, prísaði
hann Magnusi fyri stórmensku hansara.*)
*) Gravskriftin, sum var skrivað á latínskum
máli, finst i Lucas Debesar bók, Færoæ et
Færoa reserata, á latínskum máli og dansk-
ari týðning, bls. 225 — 228.