Ungu Föroyar - 01.12.1910, Síða 3

Ungu Föroyar - 01.12.1910, Síða 3
— 91 vandi úr øllum ættum, túsundum saman, og sveimaðu mest utan um búrið, sum hin talanđi fuglurin sat í, og teir sungu hin fagrasta song, ið nakrantíð hevur verið hoyrdur; tí allir vildu teir fylgja harra sínum á veg og syngja til han- ara æru. Tá ið tey vóru heiin komin á slottið, settust kongur, drotning og børn teirra at veisluborði, ljós var í hvørjum vind- eyga í staðnum, so hann var sum bál at líta í, og alt fólkið dansaði og stutt- leikaði sær av gleði. í fleiri dagar stóð veitslan og stuttleikin bæði í høvuð- staðnum og øllum ríkinum, og øll vóru glað og fegin bæði úti og heima. Men tá ið veitslan var at enda, gjørdi Kusrav Kongur elsta son sín arvinga at veldis- stóli sínum og ríkinum, og hann gav allar ríkissakir upp í hansara hendur, og kongssonurin stýrdi ríkinum við slíkum vísdómi og dugnaskapi, at tað frættist um allan heimin, og veldi hans- ara vax í stórum. Hin yngra son sín, Parvis kongsson, setti kongur yvir herliðið sum formann, og dóttur sína, Perisadu kongsdóttur, gifti hann við einum ríkum kongi, sum ráddi yvir einum stórum ríki. Nú hevði drottningin fingið gleði og fagnað í staðin fyri sorg og neyð, so hon fullkomliga gloymdi hini longu og strongu árini í fangabúrinum, og nú unnaði lagnan teimum øllum góðar dagar, og tey livdu væl og eydnurík, til tess spillari friðarins, atskiljari sameiningar- innar, oyðileggjari borganna, fólkfjøld- gari gravarinnar og innheystingarmaður upprisudagsins at endanum vitjaði tey, og tað varð, sum tey ongantíð høvdu verið. Prísið harranum, sum aldri doyr og sum ikki kennir skugga av broyting ella umskifti. Endi. Søga Magnusar Heinasonar. (Niðurlagt.) XX. Lík Magnusar verður upp tikið. í sentjuni hevði Sofía Gyntersberg fingið loyvi til at lata lík Magnusar taka upp aftur, og so var eisini gjørt. Hon var sjálv hjástødd, tá ið kistan varð upp aftur grivin, og ein ómetilig manna- múgva var har samankomin; tí øllum tókti synd í henni, sum av svikararáðum hevði mist mann sín. Hans Lindenov læt ein gullstnið festa eina málmplátu upp á kistuna, og á tí málmplátu stóð skrivað: »Her under hviler den ærlige Mogens Heinesøn.« Allar kirkjuklokkur í Keypmannahavn ringdu, meðan kistan varð borin út úr býnum. Undarliga mundi tann klokkuklongurin ljóða í oyrunum á Kristoffer Valkendorf, neyðar manni. Hevði hann gjørt illa, so hevði hann nú eisini fingið revsing aftur fyri, so munur var í. Líkið var síðani ført yvir til Jút- lands, til Ørslevs kleysturs, og allan vegin, hvar tað kom fram, ringdu kir- kjuklokkurnar. Her á harragarði Hans Lindenovs varð líkið jarðað, og Hans Lindenov læt á kirkjuveggin seta eina minnistalvu yvir vin sín, og í tí grav- skriftini, suin stóð á hesi talvu, prísaði hann Magnusi fyri stórmensku hansara.*) *) Gravskriftin, sum var skrivað á latínskum máli, finst i Lucas Debesar bók, Færoæ et Færoa reserata, á latínskum máli og dansk- ari týðning, bls. 225 — 228.

x

Ungu Föroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.