Ungu Föroyar - 01.11.1915, Side 2
— 82 —
»Drottning! her manst tú fríðast vera;
men tað sigi eg tær nú,
at túsund ferðir Snjóhvíta
fríðari er enn tú.<
Tá óttaðist drottningin og gjørdist
bæði gul og grøn av øvund. Frá hesi
stund vendi hjartað sær í brósti henn-
ara, hvørja ferð hon sá Snjóhvítu, so
hataði hon hesa lítlu gentu. Og øvundin
og stórlætið ruksu eins og illgras í
hjarta hennara størri og størri, so at
hon hvørki á nátt ella degi fekk rógv
ella ró.
Tá rópti hon ein veiðimann til sín,
og segði við hann: »Hav hetta barnið
út í skógin við tær, eg vil ikki síggja
tað longur fyri eygum mínum. Tú
skalt drepa tað, og livur og lungu
skalt tú bera heim aftur sum jartekin.<
Veiðimaðurin gjørdi, sum hann var
biðin, og fór út við barninum. Men tá
hann hevði tikið knívin úr slíðranuin
og ætlaði at stinga hann í hjartað á
Snjóhvítu, tá fór hon at gráta og segði:
»Kæri veiðimaður, gev mær lív mítt,
og eg skal renna langt inn í skógin og
aldri koma heim aftur.<
Av tí, at hon var so frálíka vøkur,
várkunnaði veiðimaðurin henni og
segði: »Far so burtur, neyðar barn!
Villini djórini eta teg brátt,< hugsaði
hann, men tó var tað honum, sum hevði
ein steinur verið tikin burtur av hjarta
hansara, nú hann ikki hevði tikið lívið
av henni.
í sama viðfangi kom eitt ungt vill-
ini svín rennandi har; tað drap hann
og tók úr ti livur og lungu, sum hann
so bar heim til drottningina sum jar-
tekin. Kokkurin mátti kóka tey í salti,
og hin ónda kvinnan át tey og helt,
at hon hevði etið livur og lungu úr
Snjóhvítu.
Nú var Snjóhvíta rættiliga ein-
samøll í hinum stóra skóginum, og hon
var so bangin, nú hon sá øll bløðini á
trøunum, at hon ikki visti, hvussu
hon skuldi bera seg at. So tók hon til
at renna, og hon rann so, at hon
hvørki gaY gætur steinunum, sum lógu
fyri fótum hennara, ella teimum hvøssu
notunum, sum vuksu fram við veginum,
ella villini djórunum, sum lupu í ymsar
ættir, eisini dygst fram við henni, men
tey gjørdu henni einki kortini.
. t • V ^ • * ' () rj* :■ ' < •*
Hon rann so leingi, sum hon var
ment at flyta føturnar, til tess tað leið
út í móti kvøldi. Tá kom hon til eina
lítla smáttu, og hon fór inn at hvíla
seg. Inni í smáttuni var alt smátt,
men so fitt og reint, at tú trýrt tí ikki.
Har stóð eitt lítið borð við hvítum dúki
á, og har var borðreitt við sjey smáum
borðiskum, og við hvønn borðisk lógu
sjey smáir spønir, og har aftur at sjey
smáir knívar og gaflar og sjey smá
steyp. Yviri við bróstið stóðu sjey
smáar seingir, hvør undir Jiðini á aðr-
ari, og snjóhvít løk lógu breidd út
yvir tær.
Snjóhvíta, sum var bæði svong
og tyrst, setti seg til borðs, og úr
hvørjum lítlum borðiski át hon eitt
lítið sindur av breyði og urtum, og úr
hvørjum lítlum steypi drakk hon nakr-
ar dropar av víni; tí hon vildi ikki
taka alt frá einum einsamøllum. Síðani
legði hon seg, móð sum hon var, í eina
lítla song; men eingin hóskaði; ein var
ov long, onnur var ov stutt, og ikki
bar til fyrr enn hon kom tii hina sjeyndu,
sum var hðskandi bæði til longdar og