Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 3

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 3
- 83 — breiddar, og hana legði hon sog í, signaði seg og las faðirvár og sovnaði. Tá ið dagsett var, komu teir, sum smáttuna áttu. Teir vóru sjey dvørgar, sum um dagarnar gróvu og høgdu málm út úr fjøllunum. Teir kveiktu sjey smáu kerti síni, og tá nú var ljóst inni í smáttuni, sóu teir, at onkur hevði verið inni har; tí alt stóð ikki nú í sama lagi, sum tá teir fóru út um morgunin. Tá segði hin fyrsti: »Hvør hevur sitið í mínum lítla stóli?« Annar: »Hvør hevur etið úr lítla borðiski mínurn?* Hin triði: »Hvør hevur tikið burtur av lítla breyði mínum?« Hin fjórði: »Hvør hevur etið av smáu urt- um rnínurn?* Hin fimti: »Hvør hevur prikað við lítla gafli minum?« Hin sætti: »Hvør hevur skorið við lítla knívi mínum?« Hin sjeyndi: »Hvør hevur drukkið úr lítla steypi mínum?« Hin fyrsti leit seg so aftur um øksl og sá, at í song síni var ein lítil lægd. Tá segði hann: »Hvør hevur stigið upp í lítlu song mína?« Hinir komu allir leypandi og søgdu: »í míni song hevur eisini onkur ligið.« Men tá hin sjeyndi hugdi upp í sína song, sá hann Snjó- hvítu liggja har og sova. Hann bað hinar koma at, og allir róptu teir av undran, tá teir sóu hana, og teir lýstu at henni við kertunum. »0, tú mín Guð! o, tú mín Guð!« róptu teir, »sum hetta barnið er vakurt!* og teir vóru so ógviliga glaðir, at toir vildu ikki vekja hana, men heldur lata hana sova í friði í søingini. Hin sjeyndi dvørg- urin svav hjá feløgum sínum, eina klokkustund hjá hvørjum, og so var náttin at enda. Tá ið morgunin kom, vaknaði Snjó- hvíta, og tá hon sá dvørgarnar, kom ræðsla á hana. Men teir vóru góðitr við hana og spurdu: »Hvussu eitmr tú?« »Eg eiti Snjóhvíta,« svaraði hop. »Hvussu ert tú komin inn í smáttu okkara ?« spurdu dvørgarnir upp aftur. Tá taldi hon teimum, at stjúkmóðir hennara hevði ætlað at lata drepa hana, men at veiðimaðurin Iæt hana hava lívið, og síðani hevði hon runnið allan dagin, til tess hon at endanum fann smáttu teirra. Dvørgarnir spurdu hana: »Vilt tú hava okkum húsið i standi, ambæta okkum matin, gera seingirnar upp, vaska, seyma og binda, og vilt tú gera alt væl og virðiliga, so kanst tú vera hjá okkum, og tær skal einki skorta.« »Ja,« segði Snjóhvíta, >hjartaliga gjarna,< og so varð hon hjá teimum. Hon hevði alt í góðum staudi har í smáttuni; um morgnarnar fóru dvørg- arnir út í fjøllini at leita eftir málmi og gulli, um kvøldið komu teir aftur, og tá mátti maturin vera liðugur til teirra. Um dagin var Snjóhvíta ein- samøll, og hinir góðu dvørgarnir varaðu hana við og søgdu: »Ansa tær fyri stjúkmóður tíni; tí brátt verður hon vís í, at tú ert her; lat ongan sleppa inn !< Tá ið drottningin trúði seg at hava etið lungu og livur Snjóhvítu, hugsaði hon ikki annað, enn at hon var hin fyrsta og fremsta og allravakr- asta. Hon fór fram fyri spegilin og segði: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi, í vísdómi finst ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki.« Men tá svaraði spegilin aftur:

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.