Ungu Föroyar - 01.11.1915, Page 3
- 83 —
breiddar, og hana legði hon sog í,
signaði seg og las faðirvár og sovnaði.
Tá ið dagsett var, komu teir, sum
smáttuna áttu. Teir vóru sjey dvørgar,
sum um dagarnar gróvu og høgdu
málm út úr fjøllunum. Teir kveiktu
sjey smáu kerti síni, og tá nú var ljóst
inni í smáttuni, sóu teir, at onkur hevði
verið inni har; tí alt stóð ikki nú í
sama lagi, sum tá teir fóru út um
morgunin. Tá segði hin fyrsti: »Hvør
hevur sitið í mínum lítla stóli?« Annar:
»Hvør hevur etið úr lítla borðiski
mínurn?* Hin triði: »Hvør hevur tikið
burtur av lítla breyði mínum?« Hin
fjórði: »Hvør hevur etið av smáu urt-
um rnínurn?* Hin fimti: »Hvør hevur
prikað við lítla gafli minum?« Hin
sætti: »Hvør hevur skorið við lítla
knívi mínum?« Hin sjeyndi: »Hvør
hevur drukkið úr lítla steypi mínum?«
Hin fyrsti leit seg so aftur um øksl og
sá, at í song síni var ein lítil lægd.
Tá segði hann: »Hvør hevur stigið upp
í lítlu song mína?« Hinir komu allir
leypandi og søgdu: »í míni song hevur
eisini onkur ligið.« Men tá hin sjeyndi
hugdi upp í sína song, sá hann Snjó-
hvítu liggja har og sova. Hann bað
hinar koma at, og allir róptu teir av
undran, tá teir sóu hana, og teir lýstu
at henni við kertunum. »0, tú mín
Guð! o, tú mín Guð!« róptu teir, »sum
hetta barnið er vakurt!* og teir vóru
so ógviliga glaðir, at toir vildu ikki
vekja hana, men heldur lata hana sova
í friði í søingini. Hin sjeyndi dvørg-
urin svav hjá feløgum sínum, eina
klokkustund hjá hvørjum, og so var
náttin at enda.
Tá ið morgunin kom, vaknaði Snjó-
hvíta, og tá hon sá dvørgarnar, kom
ræðsla á hana. Men teir vóru góðitr
við hana og spurdu: »Hvussu eitmr
tú?« »Eg eiti Snjóhvíta,« svaraði hop.
»Hvussu ert tú komin inn í smáttu
okkara ?« spurdu dvørgarnir upp aftur.
Tá taldi hon teimum, at stjúkmóðir
hennara hevði ætlað at lata drepa hana,
men at veiðimaðurin Iæt hana hava
lívið, og síðani hevði hon runnið allan
dagin, til tess hon at endanum fann
smáttu teirra.
Dvørgarnir spurdu hana: »Vilt tú
hava okkum húsið i standi, ambæta
okkum matin, gera seingirnar upp,
vaska, seyma og binda, og vilt tú gera
alt væl og virðiliga, so kanst tú vera
hjá okkum, og tær skal einki skorta.«
»Ja,« segði Snjóhvíta, >hjartaliga gjarna,<
og so varð hon hjá teimum.
Hon hevði alt í góðum staudi har
í smáttuni; um morgnarnar fóru dvørg-
arnir út í fjøllini at leita eftir málmi
og gulli, um kvøldið komu teir aftur,
og tá mátti maturin vera liðugur til
teirra. Um dagin var Snjóhvíta ein-
samøll, og hinir góðu dvørgarnir varaðu
hana við og søgdu: »Ansa tær fyri
stjúkmóður tíni; tí brátt verður hon
vís í, at tú ert her; lat ongan sleppa
inn !<
Tá ið drottningin trúði seg at
hava etið lungu og livur Snjóhvítu,
hugsaði hon ikki annað, enn at hon
var hin fyrsta og fremsta og allravakr-
asta. Hon fór fram fyri spegilin og
segði:
»Mín lítli spegil á bróstinum uppi,
í vísdómi finst ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki.«
Men tá svaraði spegilin aftur: