Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 4
84 -
»Ðrottning! her manst tú fríðast vera;
men tað sigi eg tær nú,
at frammi undir fjøllum
ÍBdvørgahøllum —^
túsund ferðir Snjóhvíta
fríðari er enn tú.«
Tá óttaðist hon; tí hon visti, at
spegilin segði aldri ósatt, og nú rakti
hon við, at veiðimaðurin hevði logið
fyri henni, og at Snjóhvíta enn var á
lívi. Og upp aftur grundaði og grund-
aði hon upp á, hvussu hon skuldi fáa
hana av døgum; tí so leingi, sum hon
ikki var hin vakrasta í øllum ríkinum, gav
øvundsjúkan henni hvørki frið ella grið.
Jú, so fann hon upp á ráð: Hon
litaði seg í andlitinum og læt seg í
onnur klæði, so at hon kom at líkjast
einari gamlari sølukonu og var rætt-
iliga ikki til at kenna aftur. So búgvin
gekk hon yvir um hini sjey fjøllini til
hinar sjey dvørgarnar, pikkaði upp á
hurðina og rópti: »Vakrar vørur her
at fáa!« Snjóhvíta kagaði út gjøgnum
gluggan og rópti: »Góðan dag, kæra
kona. Hvat hava tygum at selja?«
»Góðar vørur, vakrar vørur,« svaraði
hon, »belti í øllum litum,« og hon vísti
fram eitt, sum var gjørt úr silki við
mongum litum. »Hesari góðu konuni
kann eg lova inn,« hugsaði Snjóhvíta,
tók stongilin frá hurðini, læt so upp og
keypti sær eitt vakurt belti. »Barn,«
segði hin gamla, »sum tú ert vorðin!
kom eg skal spenna beltið um teg til
lítar!« Snjóhvíta grunaði einki ilt, og
læt beltið verrða spent um seg. Men ;hin
gamla spenti skjótt og spenti fast, so
at Snjóhvíta misti ondina og datt á
gólvið sum deyð. »Nú hevur tú verið
hin vakrasta!* segði hon, og leyp út.
Um kvøldið komu hinir sjey dvørg-
arnir heim aftur í smáttuna. Men sum
teir vóru kløkkir, tá teir sóu teirra
elskuligu Snjóhvítu liggja har, sum var
hon deyð; tí hon rørdi hvørki hond
ella fót. Teir reistu hana upp, og tá
teir sóu, at beltið var ov fast spent,
skóru teir tað burtur av henni; tá fór
hon at anda eitt sindur, og smátt og
smátt kom lívið aftur í hana. Tá ið
đvørgarnir fingu at vita, hvat ið hent
var, søgdu teir: »Hin gamla sølukonan
var eingin utan hin ónda drottningin
sjálv; varða teg og lova ongari menn-
iskju inn her, tá ið vit ikki eru hjá
tær.« •• -'i •■ -
Men tá hin ónda drottningin var
heim aftur komin, fór hon fyri spegilin
og 8egði: ■:'•■
« '!r ■r:,.. • ,•■-.. j.
»Mín lítli spegil ájjró^iuuq\.,uppi,
í vísdómi finst ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki ?«
Tá svaraði spegilin sum fyrr:
»Drottning! her manst tú fríðast vera;
men tað sigi eg tær nú,
at frammi undir fjøllum
í dvørgahøllum —
túsund ferðir Snjóhvíta
fríðari er enn tú.«
Tá hon hetta hoyrdi, setti at hjart-
anum á henni, so kløkk var kon; tí
hon sá væl, at lív var komið aftur í
Snjóhvítu.
»Nú skal eg finna upp á okkurt,
sum skal gera anda á tær,« segði hon.
Rom var hon í gandi, og so gandaði
hon sær ein eiturkamb. So klæddi hon
seg um, so at hon var lík eini aðrari