Ungu Föroyar - 01.11.1915, Page 4

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Page 4
84 - »Ðrottning! her manst tú fríðast vera; men tað sigi eg tær nú, at frammi undir fjøllum ÍBdvørgahøllum —^ túsund ferðir Snjóhvíta fríðari er enn tú.« Tá óttaðist hon; tí hon visti, at spegilin segði aldri ósatt, og nú rakti hon við, at veiðimaðurin hevði logið fyri henni, og at Snjóhvíta enn var á lívi. Og upp aftur grundaði og grund- aði hon upp á, hvussu hon skuldi fáa hana av døgum; tí so leingi, sum hon ikki var hin vakrasta í øllum ríkinum, gav øvundsjúkan henni hvørki frið ella grið. Jú, so fann hon upp á ráð: Hon litaði seg í andlitinum og læt seg í onnur klæði, so at hon kom at líkjast einari gamlari sølukonu og var rætt- iliga ikki til at kenna aftur. So búgvin gekk hon yvir um hini sjey fjøllini til hinar sjey dvørgarnar, pikkaði upp á hurðina og rópti: »Vakrar vørur her at fáa!« Snjóhvíta kagaði út gjøgnum gluggan og rópti: »Góðan dag, kæra kona. Hvat hava tygum at selja?« »Góðar vørur, vakrar vørur,« svaraði hon, »belti í øllum litum,« og hon vísti fram eitt, sum var gjørt úr silki við mongum litum. »Hesari góðu konuni kann eg lova inn,« hugsaði Snjóhvíta, tók stongilin frá hurðini, læt so upp og keypti sær eitt vakurt belti. »Barn,« segði hin gamla, »sum tú ert vorðin! kom eg skal spenna beltið um teg til lítar!« Snjóhvíta grunaði einki ilt, og læt beltið verrða spent um seg. Men ;hin gamla spenti skjótt og spenti fast, so at Snjóhvíta misti ondina og datt á gólvið sum deyð. »Nú hevur tú verið hin vakrasta!* segði hon, og leyp út. Um kvøldið komu hinir sjey dvørg- arnir heim aftur í smáttuna. Men sum teir vóru kløkkir, tá teir sóu teirra elskuligu Snjóhvítu liggja har, sum var hon deyð; tí hon rørdi hvørki hond ella fót. Teir reistu hana upp, og tá teir sóu, at beltið var ov fast spent, skóru teir tað burtur av henni; tá fór hon at anda eitt sindur, og smátt og smátt kom lívið aftur í hana. Tá ið đvørgarnir fingu at vita, hvat ið hent var, søgdu teir: »Hin gamla sølukonan var eingin utan hin ónda drottningin sjálv; varða teg og lova ongari menn- iskju inn her, tá ið vit ikki eru hjá tær.« •• -'i •■ - Men tá hin ónda drottningin var heim aftur komin, fór hon fyri spegilin og 8egði: ■:'•■ « '!r ■r:,.. • ,•■-.. j. »Mín lítli spegil ájjró^iuuq\.,uppi, í vísdómi finst ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki ?« Tá svaraði spegilin sum fyrr: »Drottning! her manst tú fríðast vera; men tað sigi eg tær nú, at frammi undir fjøllum í dvørgahøllum — túsund ferðir Snjóhvíta fríðari er enn tú.« Tá hon hetta hoyrdi, setti at hjart- anum á henni, so kløkk var kon; tí hon sá væl, at lív var komið aftur í Snjóhvítu. »Nú skal eg finna upp á okkurt, sum skal gera anda á tær,« segði hon. Rom var hon í gandi, og so gandaði hon sær ein eiturkamb. So klæddi hon seg um, so at hon var lík eini aðrari

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.