Arbeiðið - 14.07.1934, Síða 1
__ * tqrshavn
ARBEIÐIÐ
~73Z OGNARLEYSU FYLKIST -
Nr. 1.
Leygardagin 14. juli 1934
1. árg.
H v í
liggur „Pourquoi pas“ flaggskrýddur 14. juli ?
Tí: 14. juli 1789 fleýt fýrstu ferð mannablóð fýri frælsisrørsluni.
Sigur yvir tí franska borgaraharkaliðinum var vunnin við arbeiðara-
blóði. Hesin dagur minnir um yvirgongdina frá tí gamla til hitt
nýggja Frakland, og er vorðin grunnlógardagur teirra og nevnist „ba-
stilledagurin". Tað var á hesum degi at „basti!lan“ varð tikin við vápn
í hendi av tí arbeiðandi fólkinum í París, ið gekk á odda í frælsis-
stríðinum.
Arbeiðið
—o—
Tað eru ikki tey bestu tíðindi,
ið frættast higar úr útheiminum.
Tær ringu tíðirnar tykjast ikki at
skula fáa enda. Best sum vit kunnu
halda og vænta, at ymisk tekin
týða upp á, at tað brátt fer at
líða til Ijósari dag, júst tá er tað
mangan sum vónirnar vilja bresta,
nýggj brek og svsk koma upp. í
radio hoyra vit um tann ræðuliga
standin, ið fíggjarliga sum um á
annan hátt ger seg galdandi um
flest allan heimin; arbeiðsloysið
økist í staðin fyri at minnka;
hin stóra fjøldin livir í nívandi
fátækdømi og má nógvar staðir
freista hungursdagar. — Men verst
av øllum er, at aftanfyri hitt ráð-
andi óskilið hómast alt ov grefliga
tey svørtu skýggj, ið boða frá
mannaættarinnar størsta fígginda:
kríggsørskapurin. Enn
^ru vit ikki komin longur enn at
-'in stórur partur av teim monnum,
ð fjøldin hevur valt til at stýra
ig ráða yvir samfelagsins lagnu
og vælferð — einans duga at
síggja ein nýggjan verðaldarbardaga
— eitt nýtt altoyðandi blóðbað, sum
ta einastu bjarging úr hesi vanda-
miklu tíð.
Hetta erú korini, ið samfelagið
bjóðar tryggastu og bestu stuðlum
sínum: arbeiðsmonnunum
at liva undir. Undir hesum ólivi-
iigu viðurskiftum verður hann
dømdur at søkja sítt breyð til seg
og síni. Hann hevur m e g i at
arbeiða við og h u g u r i n er hin
besti. Men hvat batar tað, at hann
hevur hug og niegi, tá hann verð-
ur forðaður at nýta hesar gávur
soleiðis, at tær verða honum og
hansara at gagni. Hann fær ikki
fult virði fyri sítt arbeiði. Móti
iinari órættvísari samfelagsskipan
fná arbeiðarin stríðast til lívsins
enda. Hann, ið skapar peningin
við sínum likamliga arbeiði, livir
í armóð — á somu tíð sum aðrir,
ið als ikki kenna til arbeiðsins
virði, ríka seg upp og liva í yvir-
flóð av hesum sama pen-
i n g i. — Slíkur stendur bardagi
ímillum rættvísi og órættvísi í hesi
løgnu verð.
Hvør er leiðin, ið kann bjarga
tí minni menta og føra hann fram
til liviligari kor?
Leiðin er einans, og hon er vís,
um hon enn kann sýnast drúgv
at ganga. Arbeiðaraflokkurin skal
sjálvur bróta slóðina og umsíður
vinna fram til tað mál, ið gevur
honum sigurins sonnu krúnu. í
einum sterkum, ærligum og mál-
vísum samhaldi, skal arbeiðarans
mál røkkast; øksl móti økslum
mugu vit standa saman sum brøður
í vissu um, at eingin makt á fold-
um er so stór sum ein s a m-
eindur a r b e i ð a r a f I o k k -
u r !
Eitt hitt týdningarmiklasta lið í
bardaga arbeiðaraflokksins fyri
rættvísi og frælsi, er mentan. Og
í hesum føri er tað bløðini —
pressan — hvar menn fáa høvi
til at framseta sína hugsan um
viðurskifti, ið týða almikið í dag-
liga strevi teirra — sum hava tað
stóra orðið at siga. Tað er tí eitt
sera hugnaligt tekin, at arbeiðara-
pressan um at kalla allan heimin
tykist at gerast sterkari og sterk-
ari og verður fatað av fólkinum
sum tess størsti stuðul í stríðnum
fyri krøvum rættvísisins.
Her í Føroyum eru viðurskiftini
lítil eins og fólkatalið, metað sam-
an við onnur lond. Men øll vita,
at tann føroyski arbeiðarin ikki á
nakran hátt er betri staddur enn
arbeiðarin í útheiminum. Tvørtur-
ímóti — hansara arbeiði er stórt
og verður avrikað gott og sam-
vitskufult; men lønin, hann uppi-
ber á hvørjum ári, er so lítil og
ússalig, at hon neyvan kann hugs-
ast minni. Hetta er sannleikin um
hin føroyska arbeiðsmannin, bæði
á sjógvi og landi.
Latum okkum tá ikki gloyma
at vit eruí sama báti
sum brøður okkara í hin-
um londunum! Tað er nú
tið at vísa, at hetta lítla fólk er í
ferð við at vakna til ljósan dag.
Vit mugu skapa okkum eitt blað,
eitt blað, ið kann nevnast okkara.
í 1916 varð fyrsta takið tikið
til útgevan av einum føroyskum
arbeiðarablaði, „Virkið“. So neyð-
turviligt eitt slíkt blað longu tá
mátti sigast at vera, miseydnaðist
tó royndin og bert eitt nummar
kom út. Seinni tóku fiskimenn-
inirsegsaman og góvu útegið blað.
Tað eydnaðist nøkur ár at halda
lív í hesum blað; so fell eisini
tað fyri bakka.
Saknurin við at missa fiski-
mannaBlaðið, sum vit vóru vón
við at hava og eitt arbeiðarablað,
sum tað tíverri ongantíð eydnað-
ist at fáa í lag, hevur stuðlað før-
oyskum arbeiðsmonnum og fiski-
monnum til at geva út e i 11 f ø r-
oy skt arbeiðarablað fyri
F ø r o y a r.
Blað okkara vil í fyrstu syftu
umboða vinnulívið og lív arbeið-
araflokksins á sjógvi og landi, eins
og til fjalls og fjøru. Frá hesi
uppgávu boðar navn blaðsins.
Føroyingar vita, hvat ið a r b e i ð-
i ð týður og vónandi vilja teir tí
eisini vita at styðja „Arbeiðið“,
teirra egna blað, ið vil flyta fram
teirra hugsanir og áskoðanir um
øll týdningarmikil viðurskifti og
verja teirra rættvísis krøv í einum
hvørjum máli.