Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Qupperneq 1

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Qupperneq 1
< FÆRØERNE. iían drikker af Bækken paa Vejen, derfor løfter han sit Hoved højt. Salme iio, 7. 1. Aargang. November 1908. Nr. 2. Røða, hildin við innvíðilsi av felagsins merki 20, octobur. Tað hevur verið siður frá goinlum døgum, at tá ið menn fóru í stríð, høvdu teir ein valgđan mann at ganga fremst og skulđi hann bera eitt merki, ið hinir høvdu at rætta seg eftir. Merkið var oftast eitt flagg, og hvør maður, sum fylgdi tí, hevði ta plikt, at gera sítt til at halđa flaggið reint. Og væl var tað, um hvør maður, ið fylgdi tí, sá tað sum sína æru at halda tað reint. Men, hvat var nú meiningin við at halda flaggið reint? Var tað so, at hvør litur í tí skuldi blíva við at hava sín fagur- leika? Nei, tað var tað ikki; ti ofta kundi eitt flagg sláast til jarðar — skrædna — o. 1. og var tað tó eingin, ið harmaði slíkt, bara útfalli var gott, bara sigur bleiv vunnin. Nú, at tapa — tað var eisini ein erlig sak; tað kundi ikki umgangast, tá tveir mótstandara bardust, at annar so tapti fyri øðrum; og søgdu teir tó ikki, at flaggið var blivið volkað, nei tað var ólítil grund; men fanst óerligur maður undir merkis- stongini, so søgdu menn, at tað var volkað, at tað hevði fingið skammplettir, og vóru tað teir skammplettir, ið vóru' so illa sæddir manna millum. Tað sigist fra, at einaferð stóðu 300 Grikkar í stríði móti einari ótaldari rúgvu av Persum. Allir Grikkarnir fullu, men tað vildi verið einn skomm at sagt, at teir dálkaðu sítt flagg. Samleiðis sigst frá einum manni, ið kendi ein umveg, hann nítti kunnleika sin og fylgdi PeVsunum aftur um grikkarnar — tað var at dálka sítt flagg, tað var at seta ein skammplett á tað, ið neyvan vask- aðist av aftur. Men flaggið hevði eisini ein annan týdning enn sum vegvísari, tað hevði vald yvir sínum fylgi. Menn kundi ofta fara mótleysir ella eisini viljaleysir í eitt slag, men tá flaggið fleyg á loft og smellini koyrdist gjøgnum herin, tá var neyvan naínir maður aftanfyri flaggið, ið ikki á tann hátt var gripin, at alt tað veika hvarv og gav rúm fyri erligum vilja, frískum dyrvi og høgum máli. Eisini vit — Havnar kristiliga ung- mannafelag — skulu í kvøld seta eitt rnerki upp, eitt fagurt flagg. Tað er fyri tað fyrsta eitt danskt flagg, og vísir tað á, at vit eru danskir statsborgara, og at vit finna okkum væl á tann hátt. So fáa vit at síggja, at tað er pritt við bókstavum, ið merkja navn felagsins, og mugu vit tí vísa á, at her er ikki einans eitt navn, men at tað standa menn aftanfyri navnið. Tað tosast ofta manna millum um at vera maður fyri sín hatt, maður fyri sítt orð, at svara til sítt navn o. 1. — ja her ræður tað um, at ein og hvør av okkum ger sítt til, at vit kunnu svara til okkara navn, so at okkara felag ikki einans eitur kristiligt ungmannafelag', men at tað eisini er tað. So fáa vit eisini at síggja, at tað er prítt við okkara tjóðskapsmerki —„tað má ikki gloymast; tí, man tað ikki vera so, at eitt fólk, antin tað er stórt ella lítið, gongur ímóti einum andaligum svøvni, um tað gloymir sítt ella síni serligu tjóðskaps- merkir, og man tað ikki oftast vera so, at tann elía tey, ið sova á ein hátt, tey sova væl á fleiri? Væl eru vit ikki nakað iangt framskotið fólk, men vit eiga tó iklci at skammast við okkum sjálvi; tí vit eru nakað fyri okkum sjálvi, og vit vera ikki annað. Og hava vit ikki eitt gott fyridømi í Kristusi. Á hansara døgum vóru Jødarnir ikki nakað langt framskotið fólk, men alla ta tíð, hann var á jørðini, viðkendi hann sær, at hann var Jødi, og sum .Jødi helt hann allar teir reinu jødasiðurnar. Eg haldi eisini, at her er hóskandi at

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.