Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Blaðsíða 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Blaðsíða 2
minna á Grundtvig's arbeiði í Danmørk. Hann sáaði sinar nationalu-kristilig'u sáir soleiðis út millum fólkið,. at tað ikki er at ivast í, at fruktirnar av hansara arbeiði gjørdu sítt til, at Danmørk fleyt omaná í sorgartíðini aftaná 1864. Og verður Dan- mørk enn at flóta omaná, so er tað ikki iving um, at hansara nationalu kristiligu starv eisini hava gjørtt sítt. Alt í alt er okkara flagg eitt stríðs- merki, og vit skulu eisini í stríð. Væl fáa vit ikki í kvøld at hoyra nøkur smell, eins og stóð okkara flagg á vali. men vit skulu heldur ikki leika við blýterningum um lív og limir, ella um lond og ríkir. Men vit skulu í strið. Eins og okkara flagg 1 kvøld hongur stilt og vísir okkum sín fagra reina lit, soleiðis skal okkara stríð vera stilt og erligt, stillt stríð móti stiilum fígginda — tað hóskar væl. Og meini eg, at okkara versti figgindi er andaligur svøvmur, ella at okkara forhold til Gud er so Htið livandi. Darsum vit her gera eftir skriftarinar orðum, at granska okkum sjálvi og vita, um vit eru í trúnni, so vilja vit finna, at vit hvørki eru guds- ella kristifornoktara. Og vóru vit spurd, um vit trúu á Faðirin, Sonin og Halgan- anda, so vildu vit utan víðari svara Ja, men verður spurt, um vit í okkara forholdi til Gud kenna eina sanna, djúpa innvortis- gleði -— ja, so kanska at vit eisini tá svara — Ja — men tað verður væl eitt sindur spakuliga, um vit svara erliga. Men tað er ikki rætt. Har ein sannur kristindómur er, har skal ein sonn, djúp innvortis gleði eisini vera. Tó, tað er ikki so gott at koma til ta gleðina. Apostulin Paulus leitaði eftir henni, ja hann líkaframm jagaði eftir henni, men stríggi gekk at finna hana. Og hvat var í vegin. — Jú, tað vóru tær báðar natúrirnar, ið stríddist. Og eisini vit hava tvær natúrir, vit eru skapt í guds bílæti, og vit eru borin í synd og vit synda; har av eru tær kornnar — og tær kunnu ikki einast, tær mugu stríðast. — Tó man tað ikki hjá okkum vera van- lukkan, at báðar natúrirnar einast ov illa: tað er ti, eg eri bangin fyri, tá eg nevni hin stilla fíggindan, tað er hitt stilla friðar- samlagið. Men tað má ikki vera friður, tær mugu berjast, og er tað eingin lættur bardagi. Paulus sigur soleiðis frá, hvussi hann hevur barst, hann sigur um seg sjálvan, at hann kennir, at hann eftir sfnum innvortis menniskja hevur hug til at gera Guds vilja; men hann kennir eisini annan lyst í sínum limum, og tann vil beint tvørtur ímóti, og er hann so sterkur, at hann vil taka hann til fanga — heilt av- makta hann. Tó, Paulus bleiv við at stríða og jaga fram eftir. Og hvussi endaði gongd hans- ara? Jú — eisini frá tí sigur hann. Stutt frammanundan deyðanum skrivar hann einum sveini sínum eitt bræv, og har sigur hann, at lív sítt ikki man fara at vera so langt — og sigur hann viðari: »Eg havi strítt hitt góða stríðið, fullkomið lcapplopið, bevarað trúnna, og nú liggur rættferðs-sigurskrúnan til reiðar fyri mær — hann, hin rættvisi dómarin skal geva mær hana á hinum stóra degnum.« At enda sigur Paulus nakað so frágera gott, hann sigur, at tað ikki man vera hann aleina, ið fær slika krúnu, men øll tey, ið hava elskað opinbáring hansara — hina herligu. Av sonnum ein góður endi. Við stríð sítt og sín stóra sigur er Paulus blivin eitt gott fyridømi fyri okkum. ] ,atið okkum leita eftir teim góðu spírunum í okkum, og vit eru vís í at finna tær, latið okkum so uppæla og elska tær á somu tíð sum vit fara fram í stríðið mót hinum ringu spirunum í okkum og vita, um vit ikki við tíðini kunnu køva tær. 1 atið okkum altíð jaga fram eftir, so at vit, tá vit einaferð koma at okkara endamáli, kunnu siga sum Paulus: »Nú hava vit strítt hitt góða striðið«, ella sum Símun hin gamli segði: »Harri, nú letur tú tín tjenara fara í frið«. Og ger hvør okkara sítt besta á tann hátt, so verður okkara flagg reint, so verður tað ikki dálkað av skamplettum. Og tað er eitt mál, sum tað er vert at stríða eitt syndur fyri; tað at vit kunnu siga og innast innu vera glað við at fara hegani, vís í, at vit fara í friði — ella at vit reint út kunnu siga, at nú liggur sigurs- krúnan til reiðar fyri okkum, tað er eitt mál, meini eg, sum er vert eina nátt í grøvini — sjálvt um tað er ein vetrarnátt. Om kristeligt Ungdomsarbejde paa Færøerne. Der har, som bekendt, saavel i Dan- mark som i andre Lanđe j lange Tider været et kristeligt Arbejde i Gang, som særlig har sat sig til Maal at samle Ung- dommen, og hvis man vil spørge, om et Arbejde af lignende Art kunde være paa sin Plads her paa F'ærøerne, da maa Sva- ret blive et ubetinget Ja, og jeg tror, det kan siges, at som Aarene gaar, ogUdvik- lingen ogsaa heroppe tager F'art, snart i den ene, snart i den anden Retning, vil et Arbejde som det nævnte ikke blot være ønskeligt og heldigt, ‘men nødvendigt. Er her da Betingelser til Stede for, at et saadant Arbejde kan komme i Gang?

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.