Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Blaðsíða 3
málmar, perlur og dýrir steinar; men vit
vita eisini, at tey kunna eftirlíkna og eftir-
mynda alt hetta; ja, tey gera sær allan
ómak og leggja allan dent á at eftirlíkna,
og jú fínari og dýrari ein málmur er, sum
gull ella silvur, tess meiri ómak gera tey
sær at eftirlíkna hann. Og menniskjur taka
við báðum hondum eftir sllkum eftir-
likningum; tær síggja jú út sum gull
og silvur, perlur og dýrir steinar, so sakar
tað ikki so nógv, um tær ikki e r u tað.
Tey kunna, sum vit vita, fáa eina eftir-
gerð so væl gjórda, so nær ti sannveru-
liga, at ein næstan ikki kann síggja
nakran mun millum tað sanna og eftir-
líkningina; bert hann, ið veit gott skil á
slikum, kann mangan vera varur við munin.
— Næstan ikki. Men so er tó munurin har
kortini, og hesin munur er í royndum so
stórur, at hann ger e i 11 til ósvikið og
ófalskað, sum eingin svikur er i, og a 11
h i t t til falskar og sviknar eftirlíkningar.
Ein kann í grundini heldur ikki
síggja nakran mun á teimum báðum hús-
unum, sum Jesus talar um í evangeliinum.
Sum tað sýnist, eru tey bæði eins á at
líta; sum tað sýnist, standa tey bæði so
trygg og fóst á grundini; tann turri sand-
urin úr oyðimórkini kann ógviliga væl
síg'g,ja út sum tann fasti, harði klettur;
og á hesum sandi kundi ógviliga væl eitt
hús staðið -— um einki hendi, um tað ikki
hendi, at tað kom bæði gloppregn og áar-
føri og stormur.
Men tann stóri, avgerandi munur er
har kortini, hann liggur djúpt niðuri í
grundini, niðuri f tí fjalda dýpi. Bert hin
vitugi, hann, ið veit gott skil á slíkum,
dugir at síggja hann. Men hesin munur
ger, um húsið stendur ella fellur, táið um
ræður, á teirri avgerandi royndarstund.
Kristindómur er ediligur málmur, reint
og dvrt og ósvikið gull. Kristindómur er
nakað gott og fínt og dvrmætt og rfkt og
dýrabart, sum alt samalt er givið okkum
av Guði. Tað, sum Jesus, vár Harri, hevir
sett inn í heimin, er nakað, ið hevir endaleyst,
ómetuligt virði, so stórt virði, at ein kann
sleppa óllum óðrum, ið nevnast kann, fyri
bert at fáa hesa einu, kostuligu perlu í ogn.
Menniskjan kennir tað eisini væl við
sær sjálvari, at her eru dýrar ognir, stór
virði; at í Jesusi, várum Harra, er okkum
givið tað, sum vert er at eiga, sum tað
allar ævir er vert at eiga. Men júst av
hesi grund er froystingin til eftirlfkning
so stór hjá okkum óllum. At fáa tað
stóra, dvra virðið f sína ogn, tað kostar
nógv. Tað kostar olckara egnu avnoktan
og forsakan av okkum sjálvum; tað kostar
okkara sinnaskifti, okkara umvending;
tað kostar hetta, at ein sjálvur stendur sum
ein neyðarsyndari við Jesusar kross og
einki annað hevir at biðja um uttan hetta
eittans: náði; tað kostar ein vilja at
sonnum heilagskapi og stríð fmóti tí illa.
Eftirlfkningin er lættari f prísi, hon
kostar ikki nær ella námindi so mikið.
Og mong, mong fólk sláa seg til tols við
henni. Men tað syndarliga og sirgiliga
er, mistakið og tann stóra villa er, at
menniskjur á henda hátt aldri fáa ta dvru,
kostuligu perlu, men fáa bert eina eftir-
likning.
Eina um tú vilt gjalda kostnaðin, fært
tú perluna. Og kostnaðurin erumvending:
Uttan tú venđir um, kemur tú ikki inn í
himmiríkið.
Froystingin hjá okkum er tann, at
hava útsjónd og yvirbragd av kristindómi
uttan at eiga hansara kraft, hansara reins-
andi, lyftandi og halgandi kraft. Tað er
hetta. vit hoyra sagt frá við so stórum
álvara f evangeliinum f dag, at mangir
s i g a : Harri, Harri — hava altso kristin
orð á munni, og at teir hava gjórt stórar
gerðir, hava profeterað, hava rikið út illar
andar, hava útint mangar kraftargerðir; og
hetta alt samalt í Jesu navni, f Jesu egna
dýra navni, við at nvta Jesu navn, nýta
tann andamátt, sum nú einaferð er komin
inn í mannaheimin f hesum navni fram um
óll onnur nóvn á jórð. Og so verður kort-
ini sagt um teir, at Jesus kennir teir ikki,
at teir eru ótrúgvir tænarar, ið havast við
órætt. Av hvórji orsók? Tí at teir bert
hava fingið fatur á eftirlíkningini, ikki á
teirri ófalskaðu perluni. Teir søktu teirra
egna við teirra gerningum, ikki tað, sum
Guðs var; teir spurdu ikki um Guðs vilja,
men eina um, hvat teirra egna kjót og
blóð segði. Og hervið gjórdu teir órætt,
tann stóra órætt, at teir ikki virdu Guðs
ríkið so mikið, at alt annað, ið nevnast
kann, mátti sleppast fyri at fáa tað í ogn,
men settu seg sjálvar og alt teirra so nógv
hægri, at hjórtu teirra og hugur var har;
tann stóra órætt, at teir ikki gróvu niður
f dvpið fyri at grunda lív teirra á klettin,
tann einasta, fasta, dygga klettin, ið ikki
verður vikaður, Guðs frelsunnar mildi og
miskunn í Jesusi, várum Harra; men har-
ímót bygdi á tað ytra útlitið, á allan tann
leysa sand, sum finst í heimi og sum er
đungaður saman av mannatonkum, manna-
sjálvvitsku, mannadreymum og hjarna-
spuna.
Jesus, ið kannar og kennir hjórtuni,
Jesus, hin stóri meistarin, sær f tí fjalda
dvpi, og hann dugir at skilja ta dýru,
ósviknu perluna frá óllum tí eftirgjórda,
frá óllum eftirlfkningum.
Men hvat er so munurin millum ta
ósviknu perluna og eftirgerðina, millum
sannan kristindóm og falskan?
Vit hoyra munin nevndan í hesum
orðunum í dag: Hvór hann, ið hoyrir
hesi orð míni og ger eftir teimum, og