Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Side 3

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Side 3
málmar, perlur og dýrir steinar; men vit vita eisini, at tey kunna eftirlíkna og eftir- mynda alt hetta; ja, tey gera sær allan ómak og leggja allan dent á at eftirlíkna, og jú fínari og dýrari ein málmur er, sum gull ella silvur, tess meiri ómak gera tey sær at eftirlíkna hann. Og menniskjur taka við báðum hondum eftir sllkum eftir- likningum; tær síggja jú út sum gull og silvur, perlur og dýrir steinar, so sakar tað ikki so nógv, um tær ikki e r u tað. Tey kunna, sum vit vita, fáa eina eftir- gerð so væl gjórda, so nær ti sannveru- liga, at ein næstan ikki kann síggja nakran mun millum tað sanna og eftir- líkningina; bert hann, ið veit gott skil á slikum, kann mangan vera varur við munin. — Næstan ikki. Men so er tó munurin har kortini, og hesin munur er í royndum so stórur, at hann ger e i 11 til ósvikið og ófalskað, sum eingin svikur er i, og a 11 h i t t til falskar og sviknar eftirlíkningar. Ein kann í grundini heldur ikki síggja nakran mun á teimum báðum hús- unum, sum Jesus talar um í evangeliinum. Sum tað sýnist, eru tey bæði eins á at líta; sum tað sýnist, standa tey bæði so trygg og fóst á grundini; tann turri sand- urin úr oyðimórkini kann ógviliga væl síg'g,ja út sum tann fasti, harði klettur; og á hesum sandi kundi ógviliga væl eitt hús staðið -— um einki hendi, um tað ikki hendi, at tað kom bæði gloppregn og áar- føri og stormur. Men tann stóri, avgerandi munur er har kortini, hann liggur djúpt niðuri í grundini, niðuri f tí fjalda dýpi. Bert hin vitugi, hann, ið veit gott skil á slíkum, dugir at síggja hann. Men hesin munur ger, um húsið stendur ella fellur, táið um ræður, á teirri avgerandi royndarstund. Kristindómur er ediligur málmur, reint og dvrt og ósvikið gull. Kristindómur er nakað gott og fínt og dvrmætt og rfkt og dýrabart, sum alt samalt er givið okkum av Guði. Tað, sum Jesus, vár Harri, hevir sett inn í heimin, er nakað, ið hevir endaleyst, ómetuligt virði, so stórt virði, at ein kann sleppa óllum óðrum, ið nevnast kann, fyri bert at fáa hesa einu, kostuligu perlu í ogn. Menniskjan kennir tað eisini væl við sær sjálvari, at her eru dýrar ognir, stór virði; at í Jesusi, várum Harra, er okkum givið tað, sum vert er at eiga, sum tað allar ævir er vert at eiga. Men júst av hesi grund er froystingin til eftirlfkning so stór hjá okkum óllum. At fáa tað stóra, dvra virðið f sína ogn, tað kostar nógv. Tað kostar olckara egnu avnoktan og forsakan av okkum sjálvum; tað kostar okkara sinnaskifti, okkara umvending; tað kostar hetta, at ein sjálvur stendur sum ein neyðarsyndari við Jesusar kross og einki annað hevir at biðja um uttan hetta eittans: náði; tað kostar ein vilja at sonnum heilagskapi og stríð fmóti tí illa. Eftirlfkningin er lættari f prísi, hon kostar ikki nær ella námindi so mikið. Og mong, mong fólk sláa seg til tols við henni. Men tað syndarliga og sirgiliga er, mistakið og tann stóra villa er, at menniskjur á henda hátt aldri fáa ta dvru, kostuligu perlu, men fáa bert eina eftir- likning. Eina um tú vilt gjalda kostnaðin, fært tú perluna. Og kostnaðurin erumvending: Uttan tú venđir um, kemur tú ikki inn í himmiríkið. Froystingin hjá okkum er tann, at hava útsjónd og yvirbragd av kristindómi uttan at eiga hansara kraft, hansara reins- andi, lyftandi og halgandi kraft. Tað er hetta. vit hoyra sagt frá við so stórum álvara f evangeliinum f dag, at mangir s i g a : Harri, Harri — hava altso kristin orð á munni, og at teir hava gjórt stórar gerðir, hava profeterað, hava rikið út illar andar, hava útint mangar kraftargerðir; og hetta alt samalt í Jesu navni, f Jesu egna dýra navni, við at nvta Jesu navn, nýta tann andamátt, sum nú einaferð er komin inn í mannaheimin f hesum navni fram um óll onnur nóvn á jórð. Og so verður kort- ini sagt um teir, at Jesus kennir teir ikki, at teir eru ótrúgvir tænarar, ið havast við órætt. Av hvórji orsók? Tí at teir bert hava fingið fatur á eftirlíkningini, ikki á teirri ófalskaðu perluni. Teir søktu teirra egna við teirra gerningum, ikki tað, sum Guðs var; teir spurdu ikki um Guðs vilja, men eina um, hvat teirra egna kjót og blóð segði. Og hervið gjórdu teir órætt, tann stóra órætt, at teir ikki virdu Guðs ríkið so mikið, at alt annað, ið nevnast kann, mátti sleppast fyri at fáa tað í ogn, men settu seg sjálvar og alt teirra so nógv hægri, at hjórtu teirra og hugur var har; tann stóra órætt, at teir ikki gróvu niður f dvpið fyri at grunda lív teirra á klettin, tann einasta, fasta, dygga klettin, ið ikki verður vikaður, Guðs frelsunnar mildi og miskunn í Jesusi, várum Harra; men har- ímót bygdi á tað ytra útlitið, á allan tann leysa sand, sum finst í heimi og sum er đungaður saman av mannatonkum, manna- sjálvvitsku, mannadreymum og hjarna- spuna. Jesus, ið kannar og kennir hjórtuni, Jesus, hin stóri meistarin, sær f tí fjalda dvpi, og hann dugir at skilja ta dýru, ósviknu perluna frá óllum tí eftirgjórda, frá óllum eftirlfkningum. Men hvat er so munurin millum ta ósviknu perluna og eftirgerðina, millum sannan kristindóm og falskan? Vit hoyra munin nevndan í hesum orðunum í dag: Hvór hann, ið hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, og

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.