Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Page 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Page 4
Y m i s t. Á varðhaldi. Hon æt Louisa Riehl. Hon var — tó neyvan fylt 25 ár — fyristððukvinna fyri post- og telegrafstovuni í Etain, nakað norður eystur frá Verdun. Táið kriggið brast á og Týskararnir søktu at og skutu inn i bygdina varð hon verandi við friði á varðhaldi sínum. Hon hugsaði ikki eina lotu um at fara haðani og — rýma. At endanum var hon einasta vónin og álitið í hesi neyðar bygd, av tí at hon við telefon síni kundi fáa tiðindi og boð til Verdun, haðani hjálpin skuldi koma til teirra. Tann fyrsta dagin gjordi skjótingin ongan serligan skaða, men annan dagin rapaði kirkjan og hópurin av húsum niður. Bygdin var stodd í ytstu neyð. Louisa Riehl tók tá telefonina og ringdi til Verdun, og táið tað eydnaðist henni, mitt í ollum svirrinum og rokinum og óljóðinum at fáa áfast, kom postmeist- arin íVerdun sjálvur til telefonina og fekk hennara syndarligu frásogn orð fyri orð. Alt í einum var tað sum málið bilaði — piprandi av sinnisrørslu; men so i stund- ini mentist tað aftur, og hesi fáu orð mest sum gluppu fram úr henni í hálvkøvdum ljóðum: »Týskararnir eru her. — — Eg hoyri teir á trappuni. Um eina lótu eru teir her inni í stov . . . .« Ein týskur herhóvdingi, sum var sted- gaður utan fyri dyrnar og hevði hoyrt tey seinastu orð hennara, kom nú inn í tele- fonstovuna og spurdi heldur ilskliga, meðan hann við einum fóstum eygnabragdi máldi hesa ungu gentu: »Tygum eru úr Elsass? — Eg kundi hoyra tað á máli tygara. So skilja tygum týskt meðni? — —« »Nei!« segði Louisa Riehl, »eg eri fronsk og tali ikki týskt.* »Tygum munu ivaleyst ljúgva. Men mær tað sama!---------Vilja tygum beint nú í stundini, meðan eg eri hjá, telegrafera hesi boðini, sum eg her fái tygum, til post- húsið í Bailly. Boðini skulu sendast, sum tygum síggja, til hóvuðsmannin fyri 7. her- liði.« So skjótt sum boðini vóru send, fór hin týski herhóvdingin. Men hann var ikki meir enn komin út um dyrnar, fyrrenn Louisa Riehl — í andleysum spenningi — ringdi til Verdun øg helt telefonina fyri oyrað. Postmeistarin kom við tað sama at, og tann kenda røddin ljóðaði aftur: »Halló! Halló! — Ja, tað eri eg aftur, Louisa Riehl! Týskararnir eru her . . . . Eg mátti beint nú senda eini boð til her- flokkarnar í Bailly um longu í nátt at royna eina atsókn móti Verdun, í ti at teir ætla at herja á virkini eystaramegin , . . Ho>ra tygum? — eystaramegin . . .« Málið bilaði og doyði heilt burtur. Hin týski herhóvdingin var komin inn aftur f stovuna og hevði gripið ta ungu gentuna aftan frá. »Svikkvendi!« rópadi hann. »Tú skilir so týkst kortini og hevir nú telefonerað boðini víðari til Verdun?----------Skjótið hana deyða!« segði hann, í tí hann vendi sær á til tveir soldátar. Men sum av einum knappligum innskoti forðaði hann teimum at skjóta og segdi, í tí hann aftur vendi sær til Louisu Riehl: »Enn kann eg bjarga tygum — við einari treyt. Tygum mugu beint nú — nú meðan eg hoyri — telefonera til Verdun og siga, at tað var ein misfatan . . . . at eingin atsókn verður í nátt.« Sinnilig fór hon yvir at telefonini, tók hana og ringdi aftur til Verdun. Post- meistarin kom til telefonina. Hesa ferðina ljóðaði málið reint og treystligt: »Halló! .... Ja, tað eri eg, Louisa Riehl — aftur eg — í heilum eg. Eg telefoneraði í áðni, at teir týsku herflokk- arnir í Bailly hóvdu fingið boð um 1 nátt at herja á Verdun-virkini eystaramegin. Ikki so? . . . . Ja, eg sanni hesi tíðindini og hopi, at tygum sum skjótast siga hetta fyri kommandant..........« Meira fekk hon ikki sagt. — — Ein brestur gelti í telefonini. Eitt revolvaraskot, sum herhóvdingin hevði skotið eftir flenni, hevði smyldrað hóvur hennara. Teir haldarar av »Kristeligt Ung- domsblad«, sum ikki enn hava golđið fyri blaðið fyri seinasta ár, eru bidnir um at gera so væl at senda ársgjaldið sum skjótast. Udgivet af Stremes kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i A/S. »Fære Amtstidende«s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.