Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Qupperneq 4
Y m i s t.
Á varðhaldi.
Hon æt Louisa Riehl.
Hon var — tó neyvan fylt 25 ár —
fyristððukvinna fyri post- og telegrafstovuni
í Etain, nakað norður eystur frá Verdun.
Táið kriggið brast á og Týskararnir
søktu at og skutu inn i bygdina varð hon
verandi við friði á varðhaldi sínum. Hon
hugsaði ikki eina lotu um at fara haðani
og — rýma.
At endanum var hon einasta vónin og
álitið í hesi neyðar bygd, av tí at hon við
telefon síni kundi fáa tiðindi og boð til
Verdun, haðani hjálpin skuldi koma til
teirra.
Tann fyrsta dagin gjordi skjótingin
ongan serligan skaða, men annan dagin
rapaði kirkjan og hópurin av húsum niður.
Bygdin var stodd í ytstu neyð.
Louisa Riehl tók tá telefonina og
ringdi til Verdun, og táið tað eydnaðist
henni, mitt í ollum svirrinum og rokinum
og óljóðinum at fáa áfast, kom postmeist-
arin íVerdun sjálvur til telefonina og fekk
hennara syndarligu frásogn orð fyri orð.
Alt í einum var tað sum málið bilaði
— piprandi av sinnisrørslu; men so i stund-
ini mentist tað aftur, og hesi fáu orð mest
sum gluppu fram úr henni í hálvkøvdum
ljóðum:
»Týskararnir eru her. — — Eg hoyri
teir á trappuni. Um eina lótu eru teir her
inni í stov . . . .«
Ein týskur herhóvdingi, sum var sted-
gaður utan fyri dyrnar og hevði hoyrt tey
seinastu orð hennara, kom nú inn í tele-
fonstovuna og spurdi heldur ilskliga, meðan
hann við einum fóstum eygnabragdi máldi
hesa ungu gentu:
»Tygum eru úr Elsass? — Eg kundi
hoyra tað á máli tygara. So skilja tygum
týskt meðni? — —«
»Nei!« segði Louisa Riehl, »eg eri
fronsk og tali ikki týskt.*
»Tygum munu ivaleyst ljúgva. Men
mær tað sama!---------Vilja tygum beint
nú í stundini, meðan eg eri hjá, telegrafera
hesi boðini, sum eg her fái tygum, til post-
húsið í Bailly. Boðini skulu sendast, sum
tygum síggja, til hóvuðsmannin fyri 7. her-
liði.«
So skjótt sum boðini vóru send, fór
hin týski herhóvdingin. Men hann var
ikki meir enn komin út um dyrnar, fyrrenn
Louisa Riehl — í andleysum spenningi —
ringdi til Verdun øg helt telefonina fyri
oyrað. Postmeistarin kom við tað sama
at, og tann kenda røddin ljóðaði aftur:
»Halló! Halló! — Ja, tað eri eg aftur,
Louisa Riehl! Týskararnir eru her . . . .
Eg mátti beint nú senda eini boð til her-
flokkarnar í Bailly um longu í nátt at
royna eina atsókn móti Verdun, í ti at
teir ætla at herja á virkini eystaramegin
, . . Ho>ra tygum? — eystaramegin . . .«
Málið bilaði og doyði heilt burtur.
Hin týski herhóvdingin var komin inn
aftur f stovuna og hevði gripið ta ungu
gentuna aftan frá.
»Svikkvendi!« rópadi hann. »Tú skilir
so týkst kortini og hevir nú telefonerað
boðini víðari til Verdun?----------Skjótið
hana deyða!« segði hann, í tí hann vendi
sær á til tveir soldátar. Men sum av
einum knappligum innskoti forðaði hann
teimum at skjóta og segdi, í tí hann aftur
vendi sær til Louisu Riehl:
»Enn kann eg bjarga tygum — við
einari treyt. Tygum mugu beint nú — nú
meðan eg hoyri — telefonera til Verdun
og siga, at tað var ein misfatan . . . . at
eingin atsókn verður í nátt.«
Sinnilig fór hon yvir at telefonini, tók
hana og ringdi aftur til Verdun. Post-
meistarin kom til telefonina.
Hesa ferðina ljóðaði málið reint og
treystligt:
»Halló! .... Ja, tað eri eg, Louisa
Riehl — aftur eg — í heilum eg. Eg
telefoneraði í áðni, at teir týsku herflokk-
arnir í Bailly hóvdu fingið boð um 1 nátt
at herja á Verdun-virkini eystaramegin.
Ikki so? . . . . Ja, eg sanni hesi tíðindini
og hopi, at tygum sum skjótast siga hetta
fyri kommandant..........«
Meira fekk hon ikki sagt. — — Ein
brestur gelti í telefonini.
Eitt revolvaraskot, sum herhóvdingin
hevði skotið eftir flenni, hevði smyldrað
hóvur hennara.
Teir haldarar av »Kristeligt Ung-
domsblad«, sum ikki enn hava golđið fyri
blaðið fyri seinasta ár, eru bidnir um at
gera so væl at senda ársgjaldið sum
skjótast.
Udgivet af Stremes kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn.
Trykt i A/S. »Fære Amtstidende«s Bogtrykkeri.