Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Page 1
^UGT UNGDO%^.
FOR
'<d
FÆRØERNE.
Han drikker af Bækken paa Vejen, derfor løfter han sit Hoved liøjt.
Salme iio, 7.
10. Aargang.
Marts 1918.
Nr. 6.
Signaða navn - Haldast ella vera
Signaða navn, t
deyðkomnum sálum tú bjargar í havn,
náði tín lýsir sum alfogur sól,
óttandi sálum teim veitir tú skjól;
signaða navn,
deyðkomnar sálir tú leiðir í havn!
Signaða navn,
útmøddar sálir tú tekur í favn,
armur tín rókkur um oyggjar og lond,
eingin kann ríva os av tíni honđ;
signaða navn,
útmødđar sálir tær søkja tin favn!
Signaða navn,
føðslu tú veitir til dúgvu og ravn,
fjólbroytt er lívið á víðari fold,
trásjúkt er sinnið, um veikligt er hold;
signaða navn,
føðslu tú veitir til dúgvu og ravn!
Signaða navn,
ver mær tað stavnhald, eg leggi við stavn,
frið gerst tá ferðin um bylgjandi sjó,
horvin er ótti við himnanna ló;
signaða navn,
tú ert tað stavnhald, eg leggi við stavn!
7. c. P.
Prædika á fyrsta snnnudøgi i fostn.
(Lukas 22, 24—32.)
(Av Gudmundi Bruun.)
í fóstutíðini skal Harra'ns kirkjulið á
foldum búgvast út til í páskunum at kunna
fagna boðunum um hann, sum fór í deyða
fyri at taka okkara synd og varð upprisin
fyri at geva okkum lív og sælu. Tí er
tað í fóstu serliga menniskjans synd,
sum møtir okkum í Guðs orði; hana skullu
vit læra at síggja í okkara egna lívi so
gjórliga, at vit kunna fara at hata hana og
leingjast eftir at frígerast frá henni, tí eina
tá kunna vit fagna Guðs náði í hinum
krossfesta og upprisna frelsara Jesus
Kristusi og fylgja honum eftir.
Eisini í hesum evangelium møta vit
menniskjans synd. Jesus sat saman við
lærusveinum sínum hitt seinasta kvóldið,
táið hailn innvígaði hina heilagu kvóld-
máltíð, og hann bar upp á mál við teir
um, at hann nú fór at doyggja við pínslu,
og tá loyndi hann ikki heldur, at ein av
hansara egnu lærusveinum skuldi svikja
hann og fáa hann í fíggindavald. Teir
vóru bæði bilsnir og syrgnir, táið teir
hetta hoyrdu, og teir fóru at orðast um,
hvór teirra ið hetta mundi gera; ogsíðani,
tá ið teir hóvdu frætt hetta og vistu, hvór
av teimum ringastur var, fóru teir eisini
at tala sínámillum um, hvór teirra ið skuldi
haldast størstur. Hetta klandrið hóvdu
teir áður haft á orði meira enn eina ferð,
og Jesus hevði áður sýnt teimum, at stór-
leikin í Guðs rfki er ein annar enn í heim-
inum, og at teirra verðsliga sinni var ein
synd, ið gjórdi teir óskikkaðar til at vera
við í Guðs ríki — sum á sinni táið hann
setti eitt smábarn teirra ámillum og segði;
cSanniliga sigi eg ydrum: um tær ikki
vendast við og verðið eins og bórn, komið
tær als ikki inn f himnaríkið.« Menhenda