Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Blaðsíða 1

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Blaðsíða 1
 ^UGT UNGDO%^. FOR '<d FÆRØERNE. Han drikker af Bækken paa Vejen, derfor løfter han sit Hoved liøjt. Salme iio, 7. 10. Aargang. Marts 1918. Nr. 6. Signaða navn - Haldast ella vera Signaða navn, t deyðkomnum sálum tú bjargar í havn, náði tín lýsir sum alfogur sól, óttandi sálum teim veitir tú skjól; signaða navn, deyðkomnar sálir tú leiðir í havn! Signaða navn, útmøddar sálir tú tekur í favn, armur tín rókkur um oyggjar og lond, eingin kann ríva os av tíni honđ; signaða navn, útmødđar sálir tær søkja tin favn! Signaða navn, føðslu tú veitir til dúgvu og ravn, fjólbroytt er lívið á víðari fold, trásjúkt er sinnið, um veikligt er hold; signaða navn, føðslu tú veitir til dúgvu og ravn! Signaða navn, ver mær tað stavnhald, eg leggi við stavn, frið gerst tá ferðin um bylgjandi sjó, horvin er ótti við himnanna ló; signaða navn, tú ert tað stavnhald, eg leggi við stavn! 7. c. P. Prædika á fyrsta snnnudøgi i fostn. (Lukas 22, 24—32.) (Av Gudmundi Bruun.) í fóstutíðini skal Harra'ns kirkjulið á foldum búgvast út til í páskunum at kunna fagna boðunum um hann, sum fór í deyða fyri at taka okkara synd og varð upprisin fyri at geva okkum lív og sælu. Tí er tað í fóstu serliga menniskjans synd, sum møtir okkum í Guðs orði; hana skullu vit læra at síggja í okkara egna lívi so gjórliga, at vit kunna fara at hata hana og leingjast eftir at frígerast frá henni, tí eina tá kunna vit fagna Guðs náði í hinum krossfesta og upprisna frelsara Jesus Kristusi og fylgja honum eftir. Eisini í hesum evangelium møta vit menniskjans synd. Jesus sat saman við lærusveinum sínum hitt seinasta kvóldið, táið hailn innvígaði hina heilagu kvóld- máltíð, og hann bar upp á mál við teir um, at hann nú fór at doyggja við pínslu, og tá loyndi hann ikki heldur, at ein av hansara egnu lærusveinum skuldi svikja hann og fáa hann í fíggindavald. Teir vóru bæði bilsnir og syrgnir, táið teir hetta hoyrdu, og teir fóru at orðast um, hvór teirra ið hetta mundi gera; ogsíðani, tá ið teir hóvdu frætt hetta og vistu, hvór av teimum ringastur var, fóru teir eisini at tala sínámillum um, hvór teirra ið skuldi haldast størstur. Hetta klandrið hóvdu teir áður haft á orði meira enn eina ferð, og Jesus hevði áður sýnt teimum, at stór- leikin í Guðs rfki er ein annar enn í heim- inum, og at teirra verðsliga sinni var ein synd, ið gjórdi teir óskikkaðar til at vera við í Guðs ríki — sum á sinni táið hann setti eitt smábarn teirra ámillum og segði; cSanniliga sigi eg ydrum: um tær ikki vendast við og verðið eins og bórn, komið tær als ikki inn f himnaríkið.« Menhenda

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.