Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Side 2
synd hevði tó so djúpar røtur í teimum, at
teir enn ikki í hesi stund, táið Jesusar
deyðaótti longu hevði kastað sinar skuggar
inn á teir, kundu halda fáfongdar tankar
um heiður og virðing frá monnum úti av
hjartanum.
Tann synd, 'sum vit her siggja rótfesta
hjá apostlunum, er at vilja haldast stór, og
hon er ivaleyst av teimum syndum, sum
hava mest vald á okkum óllum og mest
spilla okkara lív. Drukkinskapur og siða-
loysi eru syndir, sum tó lata meginpartin
av mannkyninum í friði; tí tey møta okkum
fyrst, táið vit toluliga hava fingið skil á
góðum og illum, og sjáldan fer nakar, sum
tráar at fremja alt, sum menniskjuligt gott
og vakurt er, út í sovorðnar lastir. Men
hetta: at vilja haldast er ein synd, ið sov-
andi liggur i mannanátúrini og raknar við,
táið sálarlívið vaknar. Táið smádrongurin
hevir fingið sfna fyrstu knappatroyggju,
gongur hann erpin út í tí hopi, at fólk
skulu halda hann vera stóran bónda ella
tó okkurt meira, enn hann er; og gentan,
sum vil skartast upp við óllum nýggjum
útlendskum mótum, vil tað fyrst og fremst
fyri at verða hildin meira, enn hon er.
So nógv hava fólk nýtt klæðini til at
haldast meira verd, enn tey eru, at orða-
takið sigur klæði skapa fólk. Manna-
múgvan nýtir helst alt tað, hon eigir, til
at kunna haldast stór. Annar hevir pen-
ingar og nýtir teir til at kasta ein ljóma
av ríkidømi um seg, annar hevir vit ella
skaldskap og nýtir tey til at skapa sær
eitt navn. Hvór tíð í teimum útrunnu
óldum hevir haft sín stórleika at starvast fyri
at náa og hevir nýtt alt fyri at náa hann;
nú á đógum royna menn kann henda helst
at virðast fyri, at teir hava ofrað seg fyri
teimum smáu f landinum; tí eisini hetta
vakra starvið verðir ofta nýtt til at vinna
heiður og virðing; og mangir eru odda-
menninir fegnir, táið teir sfggja navn sítt
gitið f blððunum, ella teir verða skrýddir
av kongi við gyltum krossum. Hetta at
vilja haldast stór, sum hevir djúpa rót í
nátúrini hjá okkum óllum, er ein synd, ið
vit eiga at ansa eftir á tí hátti, sum vit
kenna hana, tf hon dregur manga aðra
synd við sær. Barnið, sum vil haldast
vaxið og tí fer at eftirlíkna vaxnum fólki,
velur helst hitt ringa at líkjast teimum í:
drongurin fer javnan at blóta og drekka,
smágentan at skarta seg npp og eftirlíkna
taluni hjá teimum stóru gentunum. Hin eina
ferð ríki keypmaður, sum ikki meira er
sjálvbjargin maður, fer at sláa um seg við
peningum hjá óðrum monnum fyri sum
longst at kunna haldast vera sum áður.
Men verst verður, táið hetta at vilja haldast
stór kemur sær inn á halgu grund. So
gjórđist f miðalaldrinum, táið prestar og
munkar vildu haldast størri f Guðs eygum
enn onnur fólk og tí fastaðu nógv, góvu
burt fæ sítt og hildu seg undan at giftast;
men so verður gjórt enn á dógum hjá
okkum. táið nógv fólk, sum biðja til Guðs,
minni leggja í at bera bønina fram úr
hjartans dýpi enn at finna vókur orð, við
teimum tey hugsa at kunna kasta Guði
dumbur í eyguni og vinna hansara yndi.
Hvórt fyri seg kenna vit hetta »at vilja
haldast* á ymsum háttum, men eingin er
ósáraður av hesi synd. So nýtið henda
fyrsta sunnudag f fóstu til at royna hjórtuni
og síggja, hvussu nógv tit hava av henni,
og hvussu nógv av aðrari synd hon hevir
drigið við sær. Og lærið so at fáa hana
køvda ella — nm móguligt — heilt út av
lívinum.
Lærið hetta av Jesusi; hann er hin
góði lærarin. Hann brigslaði ikki, av tí at
lærusveinarnir f teirri seinastu nátt ikki
hóvdu nátt longri enn so, men stillur og
spaklynđur lærdi hann teir uppaftur, at í
Guðs ríki varðar ikki um at ha/dast, men
at vera. Menniskjans stórleiki er f hjart-
anum og ikki í tí, sum berst til sjóndar.
Kongar og stórmenn, ið hava nógv fólk
at ráða yvir, fáa mikla virðing f heiminum,
og menn halda teir vera størstar, so at
teir verða nevndir »vælgerarir« ella »náð-
igir harrar«, sum vit hava sagt f okkara
londum, meðan teir sita til borðs f hásætum
og hava trælir til at tæna sær. Men læru-
sveinar Jesusar skulu nýta eitt betri mál
til at meta menniskjans stórleika, tí f Guðs
ríki er trælurin størstur, táið hann rættuliga
veit at tæna. Hitt rætta tænaralyndið var
hitt størsta, Jesus kendi, hann sum ikki
var komin til at tænast, men til at tæna
og geva lív sítt út fyri mongum. Tí lærir
hann teir við sfnum egna fyridømi at vera
stórir í tí at tæna. Lukas sigir bert frá
Jesusar orði: »Sf eg eri tykkara ámillum
sum hann, ið tænir.« Men av Johannesar
evangelium (13, 1—20) vita vit eisini, at
hann sló vatn í eitt flát og fór at tváa
føturnar hjá næmingum sínum. Hann tók
tá hitt ringasta trælastarvið fyri at læra
teir at tæna hvórjum óðrum. Og hesir
menn lærdu av honum at tæna, so allir
heimurin mundi síggja tað og undrast.
Men hava vit, sum nú á dógum skulu
fylgja Jesusi eftir, lært tað av honum?
Hvussu skulu vit tæna, eins og hann vildi
hava tað ? Prestar og lærarir og teir, sum
hava nakað serligt at útinna f samfunđinum,
kunna lættisliga tæna óðrum í sínum lívi,
men hevir Guð eisini ein tænaragerning
at geva hinum, sum bara kenna eitt slít-
andi og gleðileyst strev fyri at vinna dag-
ligt breyð? Soleiðis hugsa fólk sum flest,
og tey vita ikki, at tænaragerningurin
liggur hvórjum lívsstarvi lika nær, og hann
liggur beint fyri fótum á tær. Hevir tú
yvirhøvur nakað at gera fyri onnur og