Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Blaðsíða 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Blaðsíða 2
synd hevði tó so djúpar røtur í teimum, at teir enn ikki í hesi stund, táið Jesusar deyðaótti longu hevði kastað sinar skuggar inn á teir, kundu halda fáfongdar tankar um heiður og virðing frá monnum úti av hjartanum. Tann synd, 'sum vit her siggja rótfesta hjá apostlunum, er at vilja haldast stór, og hon er ivaleyst av teimum syndum, sum hava mest vald á okkum óllum og mest spilla okkara lív. Drukkinskapur og siða- loysi eru syndir, sum tó lata meginpartin av mannkyninum í friði; tí tey møta okkum fyrst, táið vit toluliga hava fingið skil á góðum og illum, og sjáldan fer nakar, sum tráar at fremja alt, sum menniskjuligt gott og vakurt er, út í sovorðnar lastir. Men hetta: at vilja haldast er ein synd, ið sov- andi liggur i mannanátúrini og raknar við, táið sálarlívið vaknar. Táið smádrongurin hevir fingið sfna fyrstu knappatroyggju, gongur hann erpin út í tí hopi, at fólk skulu halda hann vera stóran bónda ella tó okkurt meira, enn hann er; og gentan, sum vil skartast upp við óllum nýggjum útlendskum mótum, vil tað fyrst og fremst fyri at verða hildin meira, enn hon er. So nógv hava fólk nýtt klæðini til at haldast meira verd, enn tey eru, at orða- takið sigur klæði skapa fólk. Manna- múgvan nýtir helst alt tað, hon eigir, til at kunna haldast stór. Annar hevir pen- ingar og nýtir teir til at kasta ein ljóma av ríkidømi um seg, annar hevir vit ella skaldskap og nýtir tey til at skapa sær eitt navn. Hvór tíð í teimum útrunnu óldum hevir haft sín stórleika at starvast fyri at náa og hevir nýtt alt fyri at náa hann; nú á đógum royna menn kann henda helst at virðast fyri, at teir hava ofrað seg fyri teimum smáu f landinum; tí eisini hetta vakra starvið verðir ofta nýtt til at vinna heiður og virðing; og mangir eru odda- menninir fegnir, táið teir sfggja navn sítt gitið f blððunum, ella teir verða skrýddir av kongi við gyltum krossum. Hetta at vilja haldast stór, sum hevir djúpa rót í nátúrini hjá okkum óllum, er ein synd, ið vit eiga at ansa eftir á tí hátti, sum vit kenna hana, tf hon dregur manga aðra synd við sær. Barnið, sum vil haldast vaxið og tí fer at eftirlíkna vaxnum fólki, velur helst hitt ringa at líkjast teimum í: drongurin fer javnan at blóta og drekka, smágentan at skarta seg npp og eftirlíkna taluni hjá teimum stóru gentunum. Hin eina ferð ríki keypmaður, sum ikki meira er sjálvbjargin maður, fer at sláa um seg við peningum hjá óðrum monnum fyri sum longst at kunna haldast vera sum áður. Men verst verður, táið hetta at vilja haldast stór kemur sær inn á halgu grund. So gjórđist f miðalaldrinum, táið prestar og munkar vildu haldast størri f Guðs eygum enn onnur fólk og tí fastaðu nógv, góvu burt fæ sítt og hildu seg undan at giftast; men so verður gjórt enn á dógum hjá okkum. táið nógv fólk, sum biðja til Guðs, minni leggja í at bera bønina fram úr hjartans dýpi enn at finna vókur orð, við teimum tey hugsa at kunna kasta Guði dumbur í eyguni og vinna hansara yndi. Hvórt fyri seg kenna vit hetta »at vilja haldast* á ymsum háttum, men eingin er ósáraður av hesi synd. So nýtið henda fyrsta sunnudag f fóstu til at royna hjórtuni og síggja, hvussu nógv tit hava av henni, og hvussu nógv av aðrari synd hon hevir drigið við sær. Og lærið so at fáa hana køvda ella — nm móguligt — heilt út av lívinum. Lærið hetta av Jesusi; hann er hin góði lærarin. Hann brigslaði ikki, av tí at lærusveinarnir f teirri seinastu nátt ikki hóvdu nátt longri enn so, men stillur og spaklynđur lærdi hann teir uppaftur, at í Guðs ríki varðar ikki um at ha/dast, men at vera. Menniskjans stórleiki er f hjart- anum og ikki í tí, sum berst til sjóndar. Kongar og stórmenn, ið hava nógv fólk at ráða yvir, fáa mikla virðing f heiminum, og menn halda teir vera størstar, so at teir verða nevndir »vælgerarir« ella »náð- igir harrar«, sum vit hava sagt f okkara londum, meðan teir sita til borðs f hásætum og hava trælir til at tæna sær. Men læru- sveinar Jesusar skulu nýta eitt betri mál til at meta menniskjans stórleika, tí f Guðs ríki er trælurin størstur, táið hann rættuliga veit at tæna. Hitt rætta tænaralyndið var hitt størsta, Jesus kendi, hann sum ikki var komin til at tænast, men til at tæna og geva lív sítt út fyri mongum. Tí lærir hann teir við sfnum egna fyridømi at vera stórir í tí at tæna. Lukas sigir bert frá Jesusar orði: »Sf eg eri tykkara ámillum sum hann, ið tænir.« Men av Johannesar evangelium (13, 1—20) vita vit eisini, at hann sló vatn í eitt flát og fór at tváa føturnar hjá næmingum sínum. Hann tók tá hitt ringasta trælastarvið fyri at læra teir at tæna hvórjum óðrum. Og hesir menn lærdu av honum at tæna, so allir heimurin mundi síggja tað og undrast. Men hava vit, sum nú á dógum skulu fylgja Jesusi eftir, lært tað av honum? Hvussu skulu vit tæna, eins og hann vildi hava tað ? Prestar og lærarir og teir, sum hava nakað serligt at útinna f samfunđinum, kunna lættisliga tæna óðrum í sínum lívi, men hevir Guð eisini ein tænaragerning at geva hinum, sum bara kenna eitt slít- andi og gleðileyst strev fyri at vinna dag- ligt breyð? Soleiðis hugsa fólk sum flest, og tey vita ikki, at tænaragerningurin liggur hvórjum lívsstarvi lika nær, og hann liggur beint fyri fótum á tær. Hevir tú yvirhøvur nakað at gera fyri onnur og

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.