Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Blaðsíða 3
saman við oðrum, kanst tú verða tænari
eins og apostlarnir — sum faðir ella móðir,
arbeiðsgenta ella húskarlur, sum smiður
ella handilsmaður. Tí tað, sum ger tæn-
aran, er ikki livsstarvið, men tænarasinnið.
Fyrst táið vit gera alt fyri at tæna óðrum,
fáa vit ein tænaragerning, og fyrst tá fær
okkara lívsstarv virði. Men er tænara-
lyndið ikki í hjartanum, hava vit ongan
tænaragerning, sjálvt um okkara lívsstarv
hevir gagnað óðrum frá fyrst til síðst.
Hevði so ikki verið, vóru tey flestu nú á
dógum rættir tænarir, tí so mikið hava
Jesusar tankar longu umskapað tey gomlu
kristinlond, at eingin meira hávirðir fólk,
sum bara sita fyri eitt eiti á gyltum stólum
og ráða yvir óðrum. Nú er tað heldur
so, at bert hann fær loyvi at ráða, sum i
sínum gerningi vil gagna óðrum. Men
hetta kann hann gera uttan at hava tæn-
aralyndið; ti tænari er hann ikki, sum
Jesus vildi hava tað. fyrr enn hann hevir
lært at tæna eina av kærleika. Táið
hjarta okkara hevir fulla samkenslu við
óðrum, so at vit tráa at hjálpa teimum,
eins og vit sjálv vildu ynskt at verða hjálpt
í vanda, so eiga vit tænaralyndið.
Men hvór kann náatað? Hettavildijú
verið at útrudda mannakenslur, ið eru rót-
festar í nátúrini! Hjá Jesusi kann hetta
lærast. Undir krossi hansara, syndins og
náðarinnar merki ísenn, læra vit at sleppa
trúnni á okkara egna virði, og kemur
fyrst hon út, so vit kenna okkum av rætt-
um at vera feigdarmenn í Guðs eygum,
men av náði í Jesus Kristusi afturfødd til
lív við Guði um aldur og ævi, so køvist
eisini lystin til at vilja haldast, og vit tráa
meira: vit vilja vera. Og unđir krossinum
læra vit við og við at elska, ti har síggja
vit hin stóra kærleika, sum gav alt fyri
at kunna tæna — og er tað onkur sann-
leiki í tí gamla orði, at kærleiki skapar
kærleika, so er hetta orðið satt, táið vit
standa undir krossinum hjá Jesus Kristusi.
Har verðir hitt sanna tænaralyndið føtt,
men eisini bert har. Aliur heimurin kann
játta Jesusar orð, at hann er størstur, sum
eigir tænaralyndið, men heimurin kann
ikki geva hetta sinnið; tað kann bert
hann, sum heilt átti tað og sýnti tað á Gol-
gatha. Hjá honum vunnu apostlarnir hetta
lyndi. Vinn tú tað eisini hjá honum, so kanst
tú byrja av sonnum at vera og eina ferð
náa at siga sum Paulus: »Av náði Guðs
eri eg, hvat eg eri, og náði hansara móti
mær hevir ikki verið til fáfengis.« Apost-
larnir náddu hetta so væl, at teir kundu
halda út hjá Jesusi í óllum freistingum.
H ann, ið vil freista, er hin illi, og hansara
freisting til synd er altíð eitt svik. Hann
roynir at vísa okkum syndina sum nakað
stórt og vakurt fyri at lokka okkum út í
synd og soleiðis draga okkum frá Jesusi.
Skulu vit tá kunna halda út hjá honum,
máa vit hava nátt at vanvirða hetta bara
at haldasl og eina ynskja av sonnum at
vera. Einans tá hava vit eygu fyri óllum,
sum er satt og ekta hjá óðrum, og so
skulu vit altið kunna hoyra hansara rødd,
sum sjálvur er sannleikin og dregur óll til
sín, sum eru av sannleikanum.
Men nú tú! Táið tú hugsar um lív
títt, er tað so ikki, sum hetta »at vilja
haldast« er hin stóra synd 1 tínum lívi,
sum týnir alt hitt góða og ekta ,i tær?
So kenni eg mítt lív. Mær er, sum ein
ósjónligur máttur altíð vil draga meg niður í
hetta: eina at vtlja halđast, og hetta týnir
í mær hitt besta, sannasta — tað sum
hevir virði um allan alđur, hvórja ferð eg
ikki gevi Jesusi loyvi at halda meg uppi
við síni hond. Og mangan, táið eg hugsi
um ta stund, táið mítt lív her hevir enda,
mín gerningur er liðugur og mitt ummæli
manna ámillum skal doyggja sum eg, men
bara eitt hevir virði: hvat eg sjálvur, sál
min, er vorðin, tá kann eg fara at óttast.
Eg ræðist fyri, at henda synđ at vilja
haldast tá hevir týnt mær alt hitt góða,
so bara hitt virðisíeysa er eftir. Kennir
tú ikki ta ræðslu? Heldur tú ikki teg
vera í vanda fyri hesum? Ein og hvór,
ið ikki sær lívið sum eitt spæl, kennir
hetta, og Jesus kendi tað — ikki hjá sær
sjálvum, men hjá óðrum. Tí segði hann
við Pætur: »Simun, sí! Satan hevir kravt
yđur at solda ydur sum hveiti, men eg
havi biðið fyri tær, at trúgv tin ikki má
svíkja.« Hin illi vildi rysta teir í soldinum
hjá sær sum hveiti, at kjarnin — hitt ekta
og sanna — kundi skiljast burtur úr, og
bara tómar agnar verða eftir. Vit eru óll
í soldinum hjá hinum illa, og skulu vit
bjargast, máa vit halda okkum til Jesus,
leita okkum inn undir krossin hjá Jesusi,
har sum bøtt verður um alla synd, og hin
nýskapandi kærleiki kemur inn í okkara
lív. Haðani máa vit ikki víkja. So eru
vit í hansara hond, og so hava vit hop —
ja meira enn so: vissu — at sigurin verður
endin ; tí hann biður fyri okkum og heldur
sina hond yvir okkum. So hava vit lut
saman við hansara kirkjuliði á foldum, og
hann hevir lovað sinum liði, at Heljar
portur aldri skullu fáa y virvald á tí. Amen!
Teir haldarar av »Kristeligt Ung-
domsblad«, sum ikki enn hava golđið fyri
blaðið fyri seinasta ár, eru bidnir um at
gera so væl at senda ársgjaldið sum
skjótast.