Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Qupperneq 3

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Qupperneq 3
saman við oðrum, kanst tú verða tænari eins og apostlarnir — sum faðir ella móðir, arbeiðsgenta ella húskarlur, sum smiður ella handilsmaður. Tí tað, sum ger tæn- aran, er ikki livsstarvið, men tænarasinnið. Fyrst táið vit gera alt fyri at tæna óðrum, fáa vit ein tænaragerning, og fyrst tá fær okkara lívsstarv virði. Men er tænara- lyndið ikki í hjartanum, hava vit ongan tænaragerning, sjálvt um okkara lívsstarv hevir gagnað óðrum frá fyrst til síðst. Hevði so ikki verið, vóru tey flestu nú á dógum rættir tænarir, tí so mikið hava Jesusar tankar longu umskapað tey gomlu kristinlond, at eingin meira hávirðir fólk, sum bara sita fyri eitt eiti á gyltum stólum og ráða yvir óðrum. Nú er tað heldur so, at bert hann fær loyvi at ráða, sum i sínum gerningi vil gagna óðrum. Men hetta kann hann gera uttan at hava tæn- aralyndið; ti tænari er hann ikki, sum Jesus vildi hava tað. fyrr enn hann hevir lært at tæna eina av kærleika. Táið hjarta okkara hevir fulla samkenslu við óðrum, so at vit tráa at hjálpa teimum, eins og vit sjálv vildu ynskt at verða hjálpt í vanda, so eiga vit tænaralyndið. Men hvór kann náatað? Hettavildijú verið at útrudda mannakenslur, ið eru rót- festar í nátúrini! Hjá Jesusi kann hetta lærast. Undir krossi hansara, syndins og náðarinnar merki ísenn, læra vit at sleppa trúnni á okkara egna virði, og kemur fyrst hon út, so vit kenna okkum av rætt- um at vera feigdarmenn í Guðs eygum, men av náði í Jesus Kristusi afturfødd til lív við Guði um aldur og ævi, so køvist eisini lystin til at vilja haldast, og vit tráa meira: vit vilja vera. Og unđir krossinum læra vit við og við at elska, ti har síggja vit hin stóra kærleika, sum gav alt fyri at kunna tæna — og er tað onkur sann- leiki í tí gamla orði, at kærleiki skapar kærleika, so er hetta orðið satt, táið vit standa undir krossinum hjá Jesus Kristusi. Har verðir hitt sanna tænaralyndið føtt, men eisini bert har. Aliur heimurin kann játta Jesusar orð, at hann er størstur, sum eigir tænaralyndið, men heimurin kann ikki geva hetta sinnið; tað kann bert hann, sum heilt átti tað og sýnti tað á Gol- gatha. Hjá honum vunnu apostlarnir hetta lyndi. Vinn tú tað eisini hjá honum, so kanst tú byrja av sonnum at vera og eina ferð náa at siga sum Paulus: »Av náði Guðs eri eg, hvat eg eri, og náði hansara móti mær hevir ikki verið til fáfengis.« Apost- larnir náddu hetta so væl, at teir kundu halda út hjá Jesusi í óllum freistingum. H ann, ið vil freista, er hin illi, og hansara freisting til synd er altíð eitt svik. Hann roynir at vísa okkum syndina sum nakað stórt og vakurt fyri at lokka okkum út í synd og soleiðis draga okkum frá Jesusi. Skulu vit tá kunna halda út hjá honum, máa vit hava nátt at vanvirða hetta bara at haldasl og eina ynskja av sonnum at vera. Einans tá hava vit eygu fyri óllum, sum er satt og ekta hjá óðrum, og so skulu vit altið kunna hoyra hansara rødd, sum sjálvur er sannleikin og dregur óll til sín, sum eru av sannleikanum. Men nú tú! Táið tú hugsar um lív títt, er tað so ikki, sum hetta »at vilja haldast« er hin stóra synd 1 tínum lívi, sum týnir alt hitt góða og ekta ,i tær? So kenni eg mítt lív. Mær er, sum ein ósjónligur máttur altíð vil draga meg niður í hetta: eina at vtlja halđast, og hetta týnir í mær hitt besta, sannasta — tað sum hevir virði um allan alđur, hvórja ferð eg ikki gevi Jesusi loyvi at halda meg uppi við síni hond. Og mangan, táið eg hugsi um ta stund, táið mítt lív her hevir enda, mín gerningur er liðugur og mitt ummæli manna ámillum skal doyggja sum eg, men bara eitt hevir virði: hvat eg sjálvur, sál min, er vorðin, tá kann eg fara at óttast. Eg ræðist fyri, at henda synđ at vilja haldast tá hevir týnt mær alt hitt góða, so bara hitt virðisíeysa er eftir. Kennir tú ikki ta ræðslu? Heldur tú ikki teg vera í vanda fyri hesum? Ein og hvór, ið ikki sær lívið sum eitt spæl, kennir hetta, og Jesus kendi tað — ikki hjá sær sjálvum, men hjá óðrum. Tí segði hann við Pætur: »Simun, sí! Satan hevir kravt yđur at solda ydur sum hveiti, men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tin ikki má svíkja.« Hin illi vildi rysta teir í soldinum hjá sær sum hveiti, at kjarnin — hitt ekta og sanna — kundi skiljast burtur úr, og bara tómar agnar verða eftir. Vit eru óll í soldinum hjá hinum illa, og skulu vit bjargast, máa vit halda okkum til Jesus, leita okkum inn undir krossin hjá Jesusi, har sum bøtt verður um alla synd, og hin nýskapandi kærleiki kemur inn í okkara lív. Haðani máa vit ikki víkja. So eru vit í hansara hond, og so hava vit hop — ja meira enn so: vissu — at sigurin verður endin ; tí hann biður fyri okkum og heldur sina hond yvir okkum. So hava vit lut saman við hansara kirkjuliði á foldum, og hann hevir lovað sinum liði, at Heljar portur aldri skullu fáa y virvald á tí. Amen! Teir haldarar av »Kristeligt Ung- domsblad«, sum ikki enn hava golđið fyri blaðið fyri seinasta ár, eru bidnir um at gera so væl at senda ársgjaldið sum skjótast.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.