Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Side 64

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Side 64
64 Nr. 12. 10. apríl. KUNNGERÐ om spariskipan hjá ikki uppi- haldarum. Eítir heimild í § 7, 3. stk. og fi 10 í løgtingslóg nr. 36 frá 15. Juni 1967 um spariskipan hjá ikki uppihaldarum hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Allir ikki uppihaldarar, sum við árs byrjan — 1. januar — eru yngri enn 21 ár og hava fulla skattskyldu til landið — landsskatt — koma undir regl- urnar um spariskipanina. § 2. Undantikin eru tey; sum hava minni enn 100 kr. arliga í landsskatti, meðan tey, ið hava meira enn 6.000 kr. árliga í landsskatti, hava ikki skylđu at seta inn meira enn 6.000 kr. Aftrat eru tey undantikin, sum eru undir sjomansskatti eftir fremmandari lóggávu. § 3. Peningurin fellur til gjald- ingar samstundis við lands- skattinum, og skal hann tá verða settur á serstaka spari- konto í føroyskum peningastov- ni, har hann fær sparirentu til- skrivaða. Renta kann takast út ella verða standandi eftir regl- um peningastovnsins. Er peningurin ikki innsettur rættstundis, verður renta rokn- að við Vi % fyri hvønn mánaða, ov seint er innsett, eftir somu reglum, sum galda fyri rentu av ov seinari skattgjalding. Henda renta er bundin sam- an við innskotinum til tað fell- ur til afturgjaldingar. § 4. Við heimild í § 7, 3. stk. í log- ini heimilar lanđsstýrið Føroya gjaldstovu at loyva útgjalding av sparipeningi ella frítøku fyri uppsparing í hesum førum, tá ið søkt verður um tað: a. tá ið awarðandi fer í læru, ella um hann er í læru og prógvar hetta við váttan frá lærumeistara, b. tá ið avvarðandi fær sær út- búgving á annan hátt og progvar hetta, og c. tá ið avvarðandi fer med alla úr Føroyum og prógvar hetta við flytiváttan. Herumframt fáa Føroya gjaldstova og peningastovnar- nir heimild at aJEturrinda spari- peningin, tá ið 1. persónurin er giftur og próg- var hetta við hjúnarbands- váttan, 2. kontohavarin eigur bam og prógvar hetta við føðingar- váttan, 3. kontohavarin er fyltur 25 ár og prógvar hetta við føðing- ar- ella navnaváttan. § 5. Gjaldstovan hevur eftirlit við, at inngjølđini verða gjørd rættstundis, og til tess skula peningastovnarnir boða gjalđ- stovuni frá øllum inngjøldum. § 6. Tey, ið seta pening á spari- konto, eiga rætt til at draga helvtina av uppsparingini hvørt árið frá á sjálvuppgávuni, og til eftiransan boðar gjaldstovan í januar mánaða kommunala lík- ningarvaldinum frá, hvør hev- ur sparikonto, og hvussu nógv spart er hvørt árið. § 7. Hesar reglur koma í gildi beinan vegin. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 10. april 1968. K. Djurhuus landsstýrismaður J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.