Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Qupperneq 64
64
Nr. 12. 10. apríl.
KUNNGERÐ
om spariskipan hjá ikki uppi-
haldarum.
Eítir heimild í § 7, 3. stk. og
fi 10 í løgtingslóg nr. 36 frá 15.
Juni 1967 um spariskipan hjá
ikki uppihaldarum hevur lands-
stýrið fyrisett:
§ 1.
Allir ikki uppihaldarar, sum
við árs byrjan — 1. januar —
eru yngri enn 21 ár og hava
fulla skattskyldu til landið —
landsskatt — koma undir regl-
urnar um spariskipanina.
§ 2.
Undantikin eru tey; sum
hava minni enn 100 kr. arliga í
landsskatti, meðan tey, ið hava
meira enn 6.000 kr. árliga í
landsskatti, hava ikki skylđu at
seta inn meira enn 6.000 kr.
Aftrat eru tey undantikin, sum
eru undir sjomansskatti eftir
fremmandari lóggávu.
§ 3.
Peningurin fellur til gjald-
ingar samstundis við lands-
skattinum, og skal hann tá
verða settur á serstaka spari-
konto í føroyskum peningastov-
ni, har hann fær sparirentu til-
skrivaða. Renta kann takast út
ella verða standandi eftir regl-
um peningastovnsins.
Er peningurin ikki innsettur
rættstundis, verður renta rokn-
að við Vi % fyri hvønn mánaða,
ov seint er innsett, eftir somu
reglum, sum galda fyri rentu av
ov seinari skattgjalding.
Henda renta er bundin sam-
an við innskotinum til tað fell-
ur til afturgjaldingar.
§ 4.
Við heimild í § 7, 3. stk. í log-
ini heimilar lanđsstýrið Føroya
gjaldstovu at loyva útgjalding
av sparipeningi ella frítøku fyri
uppsparing í hesum førum, tá
ið søkt verður um tað:
a. tá ið awarðandi fer í læru,
ella um hann er í læru og
prógvar hetta við váttan frá
lærumeistara,
b. tá ið avvarðandi fær sær út-
búgving á annan hátt og
progvar hetta, og
c. tá ið avvarðandi fer med alla
úr Føroyum og prógvar hetta
við flytiváttan.
Herumframt fáa Føroya
gjaldstova og peningastovnar-
nir heimild at aJEturrinda spari-
peningin, tá ið
1. persónurin er giftur og próg-
var hetta við hjúnarbands-
váttan,
2. kontohavarin eigur bam og
prógvar hetta við føðingar-
váttan,
3. kontohavarin er fyltur 25 ár
og prógvar hetta við føðing-
ar- ella navnaváttan.
§ 5.
Gjaldstovan hevur eftirlit
við, at inngjølđini verða gjørd
rættstundis, og til tess skula
peningastovnarnir boða gjalđ-
stovuni frá øllum inngjøldum.
§ 6.
Tey, ið seta pening á spari-
konto, eiga rætt til at draga
helvtina av uppsparingini hvørt
árið frá á sjálvuppgávuni, og til
eftiransan boðar gjaldstovan í
januar mánaða kommunala lík-
ningarvaldinum frá, hvør hev-
ur sparikonto, og hvussu nógv
spart er hvørt árið.
§ 7.
Hesar reglur koma í gildi
beinan vegin.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, 10. april
1968.
K. Djurhuus
landsstýrismaður
J. Djurhuus.