Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Page 79

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Page 79
79 Nr. 25. 20. mai. KUNNGEBÐ um útvarpsgjald. Við heimild í grein 3 í løg- tingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarps- gjaldið fyri 1968 fyrisett: I. Hann, ið nýtir radiomót- takara, skal gjalda árligt gjald 50 krónur. Menn, ið selja ella umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki teirra, svara gjald av einum móttakara í vir- ki sínum. Somuleiðis verða gold- nar 50 krónur árliga fyri: a) Móttakarar, ið eru upp- settir 1 húsunum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av ar- beiðsgentum, lærling- um, gistandi og øðrum, (millum annað børnum, ið fylt hava 18 ár, og sum sjálvi eiga radio- móttakara), b) móttakarar í bilum og um borð á skipum, c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílík- um, d) móttakarar, uppsettir í krambúðum, skrivstov- um, verkstøðum og tí- líkum. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. de- cember, verður at gjalda 25 krónur. II. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl, skal gjalđ- ið verða goldið til skriv- stovu útvarpsins í Tórs- havn innan 1. juli 1978. Um goldið verður aftaná 1. juii verður at rinda eykagjald 2 krónur. Tey, sum ikki gjalda rættstundis. koma sam- svarandi lógina um út- varp undir sekt, eins og gjaldið verður pantað. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 20. mai 1968. K. Djurhuus varaløgmaður J. Djurhuus. Nr. 26. 24. mai. KUNNGERÐ um rætting í kunngerð nr. 25 frá 20. mai 1968 um útvarpsgjald. í II verður »1. juli 1978« broytt til »1. juli 1968«. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroyai landsstýri, tann 24. mai 1968. P. M. Dam løgmaður - J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.