Føroya kunngerðasavn A og B - 27.05.1968, Síða 79
79
Nr. 25. 20. mai.
KUNNGEBÐ
um útvarpsgjald.
Við heimild í grein 3 í løg-
tingslóg nr. 23 frá 28. mars
1956 um útvarp verður útvarps-
gjaldið fyri 1968 fyrisett:
I. Hann, ið nýtir radiomót-
takara, skal gjalda árligt
gjald 50 krónur. Menn, ið
selja ella umvæla radiotól
og nýta radiomóttakara í
virki teirra, svara gjald
av einum móttakara í vir-
ki sínum.
Somuleiðis verða gold-
nar 50 krónur árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru upp-
settir 1 húsunum hjá
loyvishavaranum, og
sum verða nýttir av ar-
beiðsgentum, lærling-
um, gistandi og øðrum,
(millum annað børnum,
ið fylt hava 18 ár, og
sum sjálvi eiga radio-
móttakara),
b) móttakarar í bilum og
um borð á skipum,
c) móttakarar uppsettir í
skúlum, sjúkrahúsum,
aldursheimum og tílík-
um,
d) móttakarar, uppsettir í
krambúðum, skrivstov-
um, verkstøðum og tí-
líkum.
Fyri móttakarar, uppsettir í
tíðarskeiðinum 1. juli til 31. de-
cember, verður at gjalda 25
krónur.
II. Fyri lurtaratól, uppsett
undan 1. apríl, skal gjalđ-
ið verða goldið til skriv-
stovu útvarpsins í Tórs-
havn innan 1. juli 1978.
Um goldið verður aftaná
1. juii verður at rinda
eykagjald 2 krónur.
Tey, sum ikki gjalda
rættstundis. koma sam-
svarandi lógina um út-
varp undir sekt, eins og
gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 20.
mai 1968.
K. Djurhuus
varaløgmaður
J. Djurhuus.
Nr. 26. 24. mai.
KUNNGERÐ
um rætting í kunngerð nr. 25
frá 20. mai 1968 um
útvarpsgjald.
í II verður »1. juli 1978«
broytt til »1. juli 1968«.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroyai landsstýri, tann 24.
mai 1968.
P. M. Dam
løgmaður -
J. Djurhuus.