Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Side 47

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Side 47
47 Nr. 9. 12. mai. KUNNGERÐ um prógv í fomlatíni Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett: Fomlatín I Lisnar verða 20 síður. Lærarin ger sjálvur av, hvat lisið verður, møguliga í samráð við studentarnar; tó verður kravt, at tekstir, ið lisnir verða, kunnu verða góðkendir av øll- um lærdum háskúlum. Av mállæru krevst tað, ið neyðugt er fyri at lesa tekstir- nar. Til prógv verða allar 20 síð- urnar uppgivnar. Royndin er munnlig. Fyri at standa krevjast minst 6 stig (eftir 0-13 skalanum). Tveir próvdómarar skulu vera við hvørja próvtøku. Fomlatín II Lisnar verða 120 síður; høv- uðsdenturin eigur at verða lagdur á Caesar og Cicero; tó kunnu upp til 40 síður vera eftir høvundar aftan á ár 400. Kravt verður, at allir tekstir, ið lisnir verða, kunnu verða góðkendir av øllum lærdum háskúlum. Av mállæru krevst tað, ið neyðugt er fyri at lesa tekstir- nar. Til prógv verða allar 120 síðurnar uppgivnar. Tó er hjá studentum, ið regluliga hava fylgt skeiðinum á Fróðskapar- setrinum, nóg mikið at geva upp 60 síður. Avgerð um hetta verður tikin av læraranum í samráð við setursráðið. Royndin er munnlig. Fyri at standa kreviast minst 6 stig ''eftir 0-13 skalanum). Tveir próvdómarar skulu verða við hvørja próvtøku. Lærarin og báðir próvdóm- ararnir geva hvør sín karakter; allir tríggir karakterirnir verða samanlagdir og deildir við 3; gongur talið ikki upp, verður tað hækkað. Fomlatín I verður tikið eftir tveimum semestmm. Fornlatín II verður tikið eftir trimum semestmm. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 12. mai 1971. Sámal Petersen landsstýrismaður / J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.