Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Page 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Page 9
101 Nr. 50. 26. oktober. KUNNGEBÐ Eftir § 7 í løgtingslóg nr. 37 frá 26. juni 1973 um »Menningargrunn fyri ídn- að, handverk og tænastu- fyritjztkur« hevur lands- etýrið fyriskipað soljóð- andi. Viðtøkur fyri «Menningar- grunn ídnaðarins* § 1. Menningargrunnur ídn- aðarins, sum er stovnaður sambært løgtingslóg nr. 37 frá 26. juni 1973, hevur til enđamáis at veita hjálp til fremjan av atgerðum, ið kunnu skapa bata fyri íđn- að, handverk og tænastu- fyritøkur. 2. stk. Stuðul frá grunn- inum kann vera veitan av a) uppbyggingarkređitti b) úiflutningskreditti ella útflutningsveðhaldi c) rentustudningi, d) studningi til upplæring, gransking og vøru- menning e) hjálp tii marknaðar- kanningar, útflutnings- studning o.l. f) hjálp til mennan á ser- ligum støðum, g) lán og/ella studningi til ískoytisíløgu, fíggj- an og rakstur av ný- stovnaðum virkjum og umskipan av verandi til broyttan marknað o.t. § 2. Fíggjarliga støðið undir grunninum er a) játtan uppá 4 milj. kr. úr landskassanum í fíggjarárinum 1973/74. Annars tekur løgtingið á hvørjum ári støðu til játtanir til grunnin. b) heimild til lántøku við landskassaveðhaldi, tó hægst 2 milj. kr. um árið í 5 ár, fyrstu ferð í fíggjarárinum 1973/74. c) rentuinntøkur d) endurgoldin givin lán e) 1%0-gjaldið sambært § 9- f) aðrar inntøkur. § 3. Fyri grunninum situr nevnd, sum telur 3 av løg- tinginum valdar limir við góðum kunnleika til ídnaðl 2. stk. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár. Ein nevndarlimur fer frá hvørt ár, tey fyrstu tvey árini við lutakasti. Fráfarnir nevn- darlimir kunnu veljast aftur. 3. stk. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni. 4. stk. Val til nevndina fer fram í hvørjari ting- setu og annars skjótast til ber, um nevnđarlimur fer frá í valskeiði sínum. § 4. Nevndin er hægsti myn- dugleiki grunnsins og he- vur ábyrgd av virkí grunnsins. 2. stk. Nevndarformað- urin (urn hann hevur for- fall næstformaðurin) boð- ar við minst 7 daga freist til fundar, so ofta tørvur er á og við upplýsing um dagsskrá. 3. stk. Hevur nevndar- limur forfall, eigur hann um gjørligt, áðrenn nevn- darfundin at siga sína hugsan. Formaðurin ger so av, um umrøđđu mál skulu avgerast á fundinum ella útsetast til seinni fund. 4. stk. Nevndin er við- tøkufør, um tveir nevnd- arlimir eru møttir. Allar avgerðir verða tiknar við atkvøðumeiriluta. 5. stk. Til at binda grunnin krevst undirskrift av formanni og einum nevndarlimi ella av tveim- um nevndarlimum. § 5. Fundarfrágreiðingar verða førdar í gerðabók. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna við í gerðabókina. 2. stk. Fer atkvøða fram, verður úrslitið skrivað í gerðabókina. Gerðabókin verður undirskrivað av teimum luttakandi nevnd- arlimunum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.