Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Blaðsíða 4
60 4. kapittul Próvtøkutilmelding § 15. Lesandi kann bert fara upp til próvtøku, um tey í reglunum um tær einstøku lærugreinir nevndu arbeiði, frágreiðingar og sovorðið í seinasta lagi 15. apríl í undirvísingarárinum eru latin læraranum. I hvøtjum einstøkum føri setur rektarin eftir góðkenning landsskúlastjórans treytirnar at ganga um aftur. Stk. 2. Lesandi kann ikki fara upp til próvtøku í lærugreinum, har ið treytað er skrivlig næmingaframløga og/ella luttøka í ávísum kravdum undirvísingarevnum, um rektarin innan 15. apríl próvtøkuárið frá viðkomandi lærara fær boð um, at tey í reglunum um lærugreinina nevndu arbeiði, venjingar ella sovorðið ikki eru avrikað. Stk. 3. Landsskúlastjórín kann í serstøkum føri gera undantøk frá stk. 2, og hann kann loyva, at lesandi, ið ganga umaftur, heilt ella lutvíst sleppa undan undirvísingini í tí ella teimum lærugreinum, ið tiknar verða umaftur. 5. kapittul Vanligar reglur um próvtøku § 16. Viðvíkjandi próvtøku í teimum einstøku lærugreinunum verður víst til rundskriv um lesiætlan læraraskúlans, ið er góðkend av Landsskúlaráðnum. Landsskúlastjórin kann tó loyva, at skrivlig roynd verður hildin í staðin fyri munnliga roynd í lærugrein, har annars bert er sett munnlig roynd, um hiídið verður, at skrivlig roynd er eins nýtilig og tann setta munnliga royndin til tess at vísa støðu próvtakarans, og um annars grundir eru fyri at gera tílíka broyting. Stk. 2. Um ikki annað er ásett í lesiætlanini um ta einstøku lærugreinina, er próvtøkusetningurin tann setningur. sum undirvísingin fevnir um, herímillum tað sum lesandi sjálvstøðugt hevur ognað sær, undan- tikið tey arbeiði, o.a., har váttan verður løgd fram (smb. § 15, stk. 1). Próvtøkusetningurin skal verða latin Landsskúlafyrisitingini í seinasta lagi 1. mai í próvtøkuárinum. Tann einstaki lærarin ger í samráð við tey lesandi frágreiðingina um próvtøkusetningin. Stk. 3. Landsskúlastjórin ásetur gjøllari reglur um próvtøkuhaldið, herímillum fráboðanina millum lærara og próvdómara, um fráboðanir til Landsskúlafyrisitingina, og um óreglusemi hevur verið, tá ið tær skrivligu og verkligu royndimar vóru. Stk. 4. Landsskúlastjórin kann undir serstøkum umstøðum víkja frá reglunum um próvtøkusetning og próvtøkuform hjá tí einstaka próvtakaranum. §17. Próvtøkuskeiðið er mai-juni. Stk. 2. Lesandi, ið eiga at fara upp til próvtøku í donskum, skriving, rokning/støddfrøði og kristnikunnleika í próvtøkuskeiðinum, og sum vegna bamsburð ella sjúku, ið lækni hevur skjalprógvað, ikki hava fullført próvtøkuna, fara til sjúkrapróvtøku. Próvtøkan fevnir um allar royndir í tí ella teimum lærugreinum, sum tann lesandi ikki hevur fullført próvtøku í. Stk. 3. Lesandi, ið vegna bamsburð ella sjúku, ið lækni hevur skjalprógvað, hava verið forðað at fullført próvtøkuna í eini ella fleiri lærugreinum enn teimum, sum nevndar eru í stk. 2, tá ið undirvísing í lærugreini- ni er endað, kunnu við góðkenning landsskúlastjórans fara til sjúkrapróvtøku eftir tað regluliga próvtøku- skeiðið. Stk. 4. Eykapróvtøka eftir § 17, stk. 2 og 3 verður hildin í august. § 18. Landsskúlastjórin tilnevnir próvdómarar. Stk. 2. Rektarin skipar fyri, at royndimar verða hildnar samsvarandi reglunum og teimum fyriskipanum, ið landsskúlastjórin hevur gjørt. Skrivligar og verkligar royndir § 19. Er próvtøkan í eini lærugrein skrivlig, ger landsskúlastjórin uppgávurnar. Er skrivliga royndin í eini lærugrein í staðin fyri munnlig roynd eftir § 16, stk. 1 ger lærarin uppgávurnar. Hevur ein bólkur havt fleiri lærarar í eini læmgrein, ger høvuðslærarin eftir samráðingar við hinar læraramar tær uppgávur, sum lærarin í lærugreinini skal gera. Stk. 2. Tær uppgávur, ið landsskúlastjórin letur gera, eru felags fyri allar próvtakarar. Uppgávur, ið lærarin ger, eru felags fyri bólkin, uttan so er, at annað stendst av reglunum í lesiætlanini. Stk. 3. Landsskúlastjórin tilnevnir fyri 3 ár í senn uppgávunevndir at gera uppskot til skrivligu uppgávurnar. Stk. 4. Próvdómarin skal góðkenna tær uppgávur, ið lærarin ger. Læraranum er loyvt at samráðast við próvdómaran um at góðkenna uppgávumar, áðrenn próvdómarin tekur endaliga avgerð. Tá ið próvtøkan er lokin, hevur rektarin tær í varðveitslu sambært stk. 6.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.