Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Blaðsíða 2
58
1. árs avgerð 3 ferðir, har tann eina ferðin er endurinnmelding í august mánaði. Landsskúlastjórin kann tó í
serligum føri geva undantaksloyvi frá hesi reglu.
Stk. 4. Lesandi kann í lestrartíðini lesa 2. ella 3. útbúgvingarárið umaftur eina ferð.
Stk. 5. Lesandi kann fáa játtað farloyvi frá rektaranum í mesta lagi 2 ár tilsamans. Tó kann læraraskúlin
ikki í tílíkum fori veita vissu fyri, at lesandi kann fáa ávísa/somu linjugrein aftur.
2. kapittul
Undirvísingarkarmurin
§ 6. Undirvísingin á læraraskúlanum er skipað á tann hátt, at hon fevnir um 8 lestrarhálvur.
§ 7. Undirvísingartímatalið í allari útbúgvingini í teimum einstøku lærugreinunum er hetta:
Tímar íalt árstímar lestrarhálvutímar
1) Námsfrøði/undirvísingarlæra 240 8 16
2) Sálarfrøði 180 6 12
3) Samtíðar- og samfelagskunning 90 3 6
4) Námsfrøðilig sergrein 270 9 18
5) Praktiskt skúlayrki 470
6) Føroyskt 240 m 16
7) Danskt 120 4 8
8) Rokning/støddfrøði 150 5 10
9) Skriving 45 IVi 3
10) Kristnikunnleiki 150 5 10
11) ítróttur 180 6 12
12) Tilevning 120 4 8
13) Sangur/tónleikur 120 4 8
14) Smíð 120 4 8
15) Handarbeiði 120 4 8
16) 1. linjugrein 345 1116 23
17) 2. linjugrein 345 11 '/2 23
18) 3. linjugrein 345 Wh 23
Stk. 2. Undirvísingartímamir liggja í skemavikum. I hvøtjari lestrarhálvu eru 15 skemavikur.
Stk. 3. Landsskúlastjórin setur nærri reglur um, hvussu setta tímatalið í praktiskum skúlayrki skal verða
býtt.
Stk. 4. Umframt sjálvar undirvísingartímarnar kann hvør linjugrein og tann námsfrøðiliga sergreinin hava í
minsta lagi eina lestrarviku í allari útbúgvingini.
Stk. 5. Kanningarútferðir og lestrarferðir eiga helst at verða í egnum lærugreinatímum, í skeiðsvikum ella
eftir undirvísingartíðina.
Stk. 6. Hesar lærugreinir verða loknar eftir 1. útbúgvingarárið, og er árliga tímatalið hetta:
Danskt 120tímar
Rokning/støddfrøði 150-
Skriving 45 -
Kristnikunnleiki 150-
§ 8. Skeið og frílestur verða hildin, tá ið tørvur og líkindi eru.
Stk. 2. Frílestur er tilboð, sum stendur øllum lesandi í boði við ávísum vikutímatali eina árshálvu, men kann
í serstøkum førum leingjast eina árshálvu afturat. Landsskúlafyrisitingin skal í samráð við læraraskúlan
áseta tey evni í frílesing, ið kunnu standa teimum lesandi í boði.
Stk. 3. Skeiðini eru samanhangandi arbeiði við ávísum evnum í styttri ella longri tíð og eru at skilja sum
natúrligur táttur í almennu undirvísingini á læraraskúlanum. Skeiðini verða fyriskipað á skúlanum í
samstarvi ímillum rektaran, lærararáðið og samstarvsnevndina. Samstarvsnevndin er ein innanhýsis nevnd
á læraraskúlanum við umboðum fyri lærarar og næmingar. Bæði lærarar og lesandi kunnu koma við
uppskotum um skeið.
Stk. 4. Landskúlastjórin skal góðkenna skeið og frílesing.
§ 9. Landsskúlastjórin góðkennir linjugreinatalið fýri eitt ella møguliga fleiri undirvísingarár í senn.
Stk. 2. Læraraskúlin býður undirvísing í teimum góðkendu linjugreinunum, tó við fyrivami viðvíkjandi
reglunum í § 11, stk. 1, nr. 2 um miðalstøddina á linjugreinabólkum.