Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Blaðsíða 5
61 Stk. 5. Sum part av uppgávuorðingini tekur landsskúlastjórin, ávikavist lærarin við próvdómarans góð- kenning, støðu til, hvørji hjálparamboð próvtakarin kann brúka til ta einstøku royndina. Umsjón er, meðan royndin er. Stk. 6. Tá ið próvtøkan er lokin, hevur rektarin uppgávurnar í varðveitslu. Tá ið próvtøkan er lokin, kunnu teir próvtakarar, ið biðja um tað, fáa svar og avrik síni útflýggjað. Landsskúlastjórin kann gera av, at ávís avrik verða latin fyrr. Avrik, ið ikki verða latin aftur, kunnu verða burturbeind eina lestrarhálvu eftir, at útbúgvingin er lokin. Munnligar royndir og royndir, ið eru verkligar og munnligar § 20. Lærarin í viðkomandi lærugrein sendir próvdómaranum yviriit yvir undirvísingarinnihaldið í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn próvtøkan byrjar. Stk. 2. Lærarin ger próvtøkuspurningarnar. Spurningarnir skulu vera fjølbroyttir samsvarandi próvtøku- setninginum. Próvdómarin skal góðkenna spumingarnar. Lærari og próvdómari kunnu samráðast um próvtøkuspurningarnar, áðrenn próvdómarin tekur endaliga avgerð. Fyrireiking, framløga, yvirhoyring og orðaskifti eiga at vera sama dag, og fyrireikingartíðin eigur bert í heilt serstøkum føri at vara longri enn 4 tímar. Samstundis, sum spurningarnir verða gjørdir, verður støða tikin til, um próvtakarin kann brúka hjálparamboð, tá ið hann fyrireikar seg, og um so er, hvørji hjálpiamboð hann tá kann brúka. Stk. 3. Spurningarnir verða givnir próvtakaranum við lutakasti, uttan so, at teir skulu verða hoyrdir í einum einstaklingsevni ella í lisnum einstaklingssetningi. Er fyrireiking, er hon undir umsjón, uttan so er, at annað er ásett í reglunum um tær einstøku lærugreinirnar í lesiætlanini. Stk. 4. Lesandi, ið hava framt eitt samlestrarlag, sum lærarin hevur góðkent, kunnu í hesum lærugrein/-um fara beinleiðis til roynd, sum byggir á eitt arbeiðsúrslit. Royndin kann verða hildin sum bólkapróvtøka, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði. Landsskúlastjórin setur gjøllari reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 5. Lesandi kunnu í lærugrein/-um ella lærugreinapørtum, har royndin byggir á eitt arbeiðsúrslit, somuleiðis fara til bólkpróvtøku, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði. Landsskúlastórin ásetur gjøllari reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 6. Landsskúlastjórin kann eftir umsókn frá læraraskúlanum loyva, at próvtøkan í tveimum ella fleiri lærugreinum, har royndin byggir á eitt arbeiðsúrslit, verður hildin sum ein próvtøka. Próvtøkan verður hildin sum bólkpróvtøka, um so er, at tann lesandi hevur avrikað arbeiðsúrslitið sum bólkarbeiði. Stk. 7. Undir próvtøkuni er lærarin tann, ið skipar fyri. Próvtøkan eigur mest møguligt at vera ein samrøða millum lærara og próvtakara, har próvdómarin kann vera uppií. Tilfar, ið kann vera nágreiniligari váttan um arbeiðið hjá tí lesandi við lærugreinini, kann takast upp í yvirhoyringina. Próvdómari og lærari eru einsamallir undir próvtalsgevingini, samanber tó stk. 7. Tá ið próvtalsgevingin er liðug, er tí lesandi loyvt at fáa eina stutta, munnliga grundgeving fyri próvtalinum. Stk. 8. Um so er, at ein bólkur hevur havt fleiri lærarar í eini lærugrein, so hevur høvuðslærarin ábyrgdina av lærarans virki eftir stk. 1 og 2. Um so er, at annar lærari yvirhoyrir, so er høvuðslærarin hjástaddur, meðan yvirhoyrt verður, og próvtalið verður givið. Stk. 9. Tær munnligu royndirnar eru almennar. 6. kapittul Treytir fyri at standa próvtøkuna (próvtalsgevingin) § 21. Próvtøl verða givin í teimum einstøku lærugreinunum, sum nevndar eru í rundskrivi um lesiætlan læraraskúlans. Samsvarandi hesum verður próvtalsgevingin annaðhvørt eftir 13 próvtalsstiganum ella við royndarmetinum staðið/ikki staðið. I bólkpróvtøku verður einstaklings próvtal givið. Stk. 2. Próvdómari og lærari geva hvør sítt próvtal, og eigur próvdómarin at siga sítt próvtal fyrst. Um so er, at próvdómari og lærari ikki gerast samdir um royndarpróvtalið, so verður próvtalið sett sum miðaltal millum próvtøl teirra. Um so er, at miðaltalið ikki samsvarar við tølini á próvtalastiganum, so verður próvtalið tað tal á stiganum, sum liggur næst miðaltalinum. Liggur miðaltalið mitt ímillum tvey próvtøl á stiganum, so verður tað hækkað til tað fyrsta hægra talið á stiganum, um so er, at tað er próvdómarin, ið hevur givið tað hægra próvtalið; men hevur próvdómarin givið tað lægra próvtalið, so verður próvtalið tað fyrsta lægra talið á stiganum. Próvtalið 00 kann kortini bert verða givið, um bæði lærari og próvdómari eru samdir um tað. Stk. 3. Um so er, at ein bólkur av lesandi hevur havt fleiri lærarar í eini lærugrein, og hevur ein annar lærari enn høvuðslærarin yvirhoyrt til munnligu royndina, so er høvuðslærarin við í samráðingunum um lærara- próvtalið. Er ósemja læraranna millum, ásetur høvuðslærarin lærarapróvtalið. Stk. 4. Verður eitt próvtal úrslit av fleiri samroknaðum próvtølum, og samsvarar hetta roknaða próvtalið

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.