Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Qupperneq 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 10.05.1991, Qupperneq 2
58 1. árs avgerð 3 ferðir, har tann eina ferðin er endurinnmelding í august mánaði. Landsskúlastjórin kann tó í serligum føri geva undantaksloyvi frá hesi reglu. Stk. 4. Lesandi kann í lestrartíðini lesa 2. ella 3. útbúgvingarárið umaftur eina ferð. Stk. 5. Lesandi kann fáa játtað farloyvi frá rektaranum í mesta lagi 2 ár tilsamans. Tó kann læraraskúlin ikki í tílíkum fori veita vissu fyri, at lesandi kann fáa ávísa/somu linjugrein aftur. 2. kapittul Undirvísingarkarmurin § 6. Undirvísingin á læraraskúlanum er skipað á tann hátt, at hon fevnir um 8 lestrarhálvur. § 7. Undirvísingartímatalið í allari útbúgvingini í teimum einstøku lærugreinunum er hetta: Tímar íalt árstímar lestrarhálvutímar 1) Námsfrøði/undirvísingarlæra 240 8 16 2) Sálarfrøði 180 6 12 3) Samtíðar- og samfelagskunning 90 3 6 4) Námsfrøðilig sergrein 270 9 18 5) Praktiskt skúlayrki 470 6) Føroyskt 240 m 16 7) Danskt 120 4 8 8) Rokning/støddfrøði 150 5 10 9) Skriving 45 IVi 3 10) Kristnikunnleiki 150 5 10 11) ítróttur 180 6 12 12) Tilevning 120 4 8 13) Sangur/tónleikur 120 4 8 14) Smíð 120 4 8 15) Handarbeiði 120 4 8 16) 1. linjugrein 345 1116 23 17) 2. linjugrein 345 11 '/2 23 18) 3. linjugrein 345 Wh 23 Stk. 2. Undirvísingartímamir liggja í skemavikum. I hvøtjari lestrarhálvu eru 15 skemavikur. Stk. 3. Landsskúlastjórin setur nærri reglur um, hvussu setta tímatalið í praktiskum skúlayrki skal verða býtt. Stk. 4. Umframt sjálvar undirvísingartímarnar kann hvør linjugrein og tann námsfrøðiliga sergreinin hava í minsta lagi eina lestrarviku í allari útbúgvingini. Stk. 5. Kanningarútferðir og lestrarferðir eiga helst at verða í egnum lærugreinatímum, í skeiðsvikum ella eftir undirvísingartíðina. Stk. 6. Hesar lærugreinir verða loknar eftir 1. útbúgvingarárið, og er árliga tímatalið hetta: Danskt 120tímar Rokning/støddfrøði 150- Skriving 45 - Kristnikunnleiki 150- § 8. Skeið og frílestur verða hildin, tá ið tørvur og líkindi eru. Stk. 2. Frílestur er tilboð, sum stendur øllum lesandi í boði við ávísum vikutímatali eina árshálvu, men kann í serstøkum førum leingjast eina árshálvu afturat. Landsskúlafyrisitingin skal í samráð við læraraskúlan áseta tey evni í frílesing, ið kunnu standa teimum lesandi í boði. Stk. 3. Skeiðini eru samanhangandi arbeiði við ávísum evnum í styttri ella longri tíð og eru at skilja sum natúrligur táttur í almennu undirvísingini á læraraskúlanum. Skeiðini verða fyriskipað á skúlanum í samstarvi ímillum rektaran, lærararáðið og samstarvsnevndina. Samstarvsnevndin er ein innanhýsis nevnd á læraraskúlanum við umboðum fyri lærarar og næmingar. Bæði lærarar og lesandi kunnu koma við uppskotum um skeið. Stk. 4. Landskúlastjórin skal góðkenna skeið og frílesing. § 9. Landsskúlastjórin góðkennir linjugreinatalið fýri eitt ella møguliga fleiri undirvísingarár í senn. Stk. 2. Læraraskúlin býður undirvísing í teimum góðkendu linjugreinunum, tó við fyrivami viðvíkjandi reglunum í § 11, stk. 1, nr. 2 um miðalstøddina á linjugreinabólkum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.