Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1991, Page 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1991, Page 1
Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 8 Nr.28 7. mai KUNNGERÐ um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunum. Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 190 um hundar hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Hundar í Tórshavnar og Argja kommunum skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær. § 2. Brot á § 1 verða sektað við bót. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 16 frá 23. apríl 1991 um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunu úr gildi. Føroya Landsstýri, 7. mai 1991 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.