Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Síða 2
130
§ 10. Stuðulin kann útgjaldast, tá Føroya Landsstýri hevur fingið skjalprógvað útreiðslurnar.
Stk. 2. Er marknaðarkanning neyðugur partur av verkætlanini, skal Føroya Landsstýri hava úrslitið av
hesari til endaliga støðutakan um játtað upphædd til restina av verkætlanini kann útgjaldast.
B. Kg-studningur
§11. Stuðul kann eftir umsókn veitast í avmarkað tíðarskeið undir uppbygging av marknaði, í innkoyring-
ar- og upplæringartíð.
§ 12. Stuðul kann lastast einstøkum fiskavirkjum.
§ 13. Umsøkjarin skal leggja fram vørulýsing fyri tær vørur, sum studningur verður søktur til, og eisini
greiða frá marknaðarumstøðum, herundir hví stuðul er neyðugur og hvussu marknaðarføringin verður
skipað.
§ 14. Kg-studningur kann í mesta lagi veitast í 1 ár, og má ikki fara upp um 7% av fakturavirðinum.
Stk. 2. Aðrenn studningur verður játtaður, skal ummæli fáast frá søluserkønum viðv. vørulýsing, marknað-
arføringsætlan, sølumálum o.ø.
§ 15. Kg-studningur kann útgjaldast, tá søla er skjalprógvað við avskipingarskjølum og faktura.
§ 16. Flenda kunngerð kemur í gildi 1. november 1991.
Føroya Landsstýri, 20. august 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)