Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Qupperneq 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1991, Qupperneq 2
130 § 10. Stuðulin kann útgjaldast, tá Føroya Landsstýri hevur fingið skjalprógvað útreiðslurnar. Stk. 2. Er marknaðarkanning neyðugur partur av verkætlanini, skal Føroya Landsstýri hava úrslitið av hesari til endaliga støðutakan um játtað upphædd til restina av verkætlanini kann útgjaldast. B. Kg-studningur §11. Stuðul kann eftir umsókn veitast í avmarkað tíðarskeið undir uppbygging av marknaði, í innkoyring- ar- og upplæringartíð. § 12. Stuðul kann lastast einstøkum fiskavirkjum. § 13. Umsøkjarin skal leggja fram vørulýsing fyri tær vørur, sum studningur verður søktur til, og eisini greiða frá marknaðarumstøðum, herundir hví stuðul er neyðugur og hvussu marknaðarføringin verður skipað. § 14. Kg-studningur kann í mesta lagi veitast í 1 ár, og má ikki fara upp um 7% av fakturavirðinum. Stk. 2. Aðrenn studningur verður játtaður, skal ummæli fáast frá søluserkønum viðv. vørulýsing, marknað- arføringsætlan, sølumálum o.ø. § 15. Kg-studningur kann útgjaldast, tá søla er skjalprógvað við avskipingarskjølum og faktura. § 16. Flenda kunngerð kemur í gildi 1. november 1991. Føroya Landsstýri, 20. august 1991 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.