Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.12.1991, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.12.1991, Blaðsíða 4
188 Nr. 119 LØGTINGSLÓG um innflutningsgjald. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Fyri vørur, ið verða innfluttar á tolløkið, skal rindast innflutningsgjald, sum ásett í toll- og vøru- skránni. § 2. Tær í løgtingslóg um toll ásettu reglur, tó ikki § 4, galda samsvarandi sambært hesi lóg. § 3. í 1992 fær tollvaldið heimild til at tollavgreiða vørur, ið eftir higartil galdandi skipan sambært løg- tingslóg nr. 9 frá 27. apríl 1961 við seinni broyting- um og løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 1979 við seinni broytingum, hava verið frítiknar fyri serligt og eykainnflutningsgjald. Stk. 2. Treytin fyri avgreiðslu sambært 1. stk. er, at vørurnar ikki kunnu bólkast sambært toll- og vøru- skránni, og at innflytarin váttar, at vørumar lúka tær í 1. stk. nevndu treytir. § 4. Tollvaldið hevur heimild til at veita skipasmiðj- um samsýning svarandi til innflutningsgjaldið fyri tilfar, ið nýtt er til bygging av nýggjum skipum, bátum og førum, eisini til at afturrinda innflutnings- gjald av tilfari o.t., ið nýtt er til umvæling ella um- bygging av skipum, bátum og førum. Stk. 2. Somuleiðis hevur tollvaldið í serstøkum før- um heimild at veita øðrum virkjum samsýning svar- andi til innflutningsgjald, ið er latið fyri rávørur og pakkitilfar, sum virkið hevur nýtt í framleiðslu síni, ella, tá ið virkið sjálvt er innflytari av slíkum rá- vørum og pakkitilfari, at loyva teimum at innflyta hesar rávørur og hetta pakkitilfar, ið nýtast skulu í framleiðsluni, uttan at rinda innflutningsgjald. § 5. Fyri motorakfør, ið eru skrásett sum hýru- og/ ella skúlavognar frá 24. mai 1991 til og við 14. oktober 1991, og sum koma undir løgtingslóg nr. 29. frá 7. mai 1991 um broyting í løgtingslóg um serligt innflutningsgjald §1,2. stk. nr. 3, verður serliga innflutningsgjaldið afturgoldið eftir nærri reglum ásettum av landsstýrinum. § 6. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1992. 23. desember LAGTINGSLOV om indførselsafgift. I overensstemmelse med vedtagelse af Færøernes lagting stadfæster og kundgør lagmanden følgende lagtingslov: § 1. For varer, som importeres til toldomrádet, skal betales indførselsafgift, som fastsat i told- og vare- fortegnelsen. § 2. De i lagtingslov om told fastsatte bestemmel- ser, med undtagelse af § 4 finder tilsvarende anven- delse i denne lov. § 3. Toldvæsenet bemyndiges i 1992 til at toldek- spedere varer, som i henhold til hidtil gældende praksisjfr. reglerne i lagtingslov nr. 9 av 27. april 1961 med senere ændringer og lagtingslov nr. 32 af 19. maj 1979 med senere ændringer, har været fri- taget for særlig og ekstra indførselsafgifter. Stk. 2. Betingelsen for ekspedition i henhold til stk. 1 er at varerne ikke kan identificeres i medfør af told- og varefortegnelsen, og at importøren erklæ- rer, at varerne opfylder de i stk., 1 nævnte betingel- ser. § 4. Toldvæsenet er bemyndiget til at yde skibs- værfter en til indførselsafgiften svarende godtgørel- se for de til nybygninger af skibe, báde og fartøjer anvendte afgiftspligtige materialer samt tilbagebe- taling af den erlagte indførselsafgift af materialer m.v., der er anvendt ved reparation eller ombygning af skibe, báde og fartøjer. Stk. 2. Ligeledes bemyndiges toldvæsenet til i sær- lige tilfælde at yde andre virksomheder godtgørelse svarende til indførselsafgift erlagt for rávarer og emballage, virksomheden har anvendt i produktio- nen, eller nár virksomheden selv er importør af sá- danne rávarer og emballage, at give dem tilladelse til at indføre disse rávarer og emballage, som skal anvendes i produktionen, uden at erlægge indfør- selsafgift. § 5. For motorkøretøjer, som er registreret som hyre- og/eller skolevogne fra 24. maj til og med 14. oktober 1991, og som er omfattet af lagtingslov nr. 29 af 7. maj 1991 om ændring i lagtingslov om særlig indførselsafgift § 1, stk. 2, nr. 3, skal den særlige indførselsafgift tilbagebetales efter nærme- re regler fastsat af landsstyret. § 6. Denne lov træder i kraft 1. januar 1992. Tórshavn, 23. desember 1991 Atli P. Dam (sign.) løgmaður /J. Sundstein (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.