Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.04.1996, Blaðsíða 5
77 Nr. 41 17. apríl 1996 KUNNGERÐ um veiðu av svartkjat'ti á ytru iandleiðini við skipum úr Islandi. Við heimild í §§ 23, 24 og 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. rnars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 10 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður á føroyska lanđgrunninum (ICES øki Vb) loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í íslandi, at reka fiskiskap uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum og samsvarandi teimum reglum, sum eru ásettar í hesi kunngerð. § 2. Loyvt er skipum, sum eru skrásett og heima- hoyrandi í íslandi, at reka beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Micromesistius poutassou) á sjóøki Før- oya. Eftir samráðingar við íslendskar myndugleikar kann Føroya Landsstýri áseta mest loyvda skipatal, sum kunnu veiða samstundis á leiðini. Stk. 2.1 tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. desember, allir dagamir íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd, innanfyri linjur drignar 21 fjórðingar úr grundlinjunum, og ikki (a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V), (b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akrabergvita (61°23’38”N 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr Akrabergvita (61°23’38”N og 06°40’15”V) og (c) á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju 1.60°59’00”N07°51’00”V 2. 61°15’30”N 08°16’00”V 3. 61°13’20”N 08°42’12”V 4. 61°00’00”N 09°11’00”V 5. 60°48’40”N 09°25’00”V 6. 60°25’50”N 09°09’00”V 7. 60°36’30”N 08°45’00”V 8. 60°45’40”N 08°37’00”V Stk. 3.1 tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dag- ar íroknaðir, er beinleiðis veiða av svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar úr grundlinjunum, og ikki (a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvfsandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) og 320 rættvísandi úr Barðinum (62°08’30”N 07°27’00”V), (b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvfsandi úr Akraberg-vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og 180° rættvísandi úr Akrabergvita (61°23’38”N 06°40’15”V), (c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05"V) og 180° rættvísandi úr Akraberg- vita (61°23’38”N 06°40’15”V) og ikki innan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og (d) á Føroya Banka, jbr. stk. 2 (c). § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at (1) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjafta- veiðu, (2) Fiskiveiðieftirlitið, áðrenn fiskiskapurin byrjar, fær boð um navn skiparans, skipanavn, radio- skrásetingamummar, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, BRT og NRT, fram- tøkumegi og veiðuhátt, (3) skipið sigur fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað kemur inn á ytm landleiðina, hvar tað er statt og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya, flokkað eftir fiska- sløgum og nøgd, (4) skipið dagliga fyrrapartin sigur fiskiveiðieftirlit- inum frá, hvar tað er statt kl. 07.00 UTC, (5) skipið fylgir vegleiðingum frá fiskiveiðieftirlit- num og er henni til hjálpar í inningini av tæn- astuni, (6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan, meðan fiskiskap- urin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at (7) skipið sigur fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað fer av ytm landleiðini, hvar tað er statt og sam- stundis gevur upp mettu veiðunøgdina, (8) fráboðanir verða at senda yvir telex 81327, yvir Tórshavn Radio ella telefaks til 13981. § 4. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft við troli, hevur ikki loyvi at reka annan fiskiskap. Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn eftir svartkjafti, skal vera fyri seg sjálvan í ser- ligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. Stk. 3. Frá reglunum í stk. 1 og 2 kann landsstýrið gera undantak fyri royndarfiskiskap. § 5. I beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta nót og trol. Loyvt er at nýta trolmeskar niður í 16 mm. Stk. 2. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskamar í netin- um, jbr. starvsreglugerð um meskamáting. § 6. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burtur-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.