Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.07.1996, Blaðsíða 4
376 Nr. 108 17. juli KUNNGERÐ um sjónvarpsgjald. Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 65 frá 20. mai 1996 um sjónvarp hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Fyri sjónvarpsmóttakara skal gjaldast sjónvarps- gjald fyri 1996, kr. 1.107,50 umframt meirvirðis- gjald. § 2. Sjónvarpsgjaldið er galdandi fyri sjónvarpsmót- takarar, ið verða nýttir av gjaldarunum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá. Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum ikki koma undir reglumar í stk. 1, verður goldið á henda hátt: 1) Sjónvarpsmóttakarar, sum em uppsettir í húsin- um hjá gjaldaranum, og sum verða nýttir av øðr- um enn teimum húsfólkum, sum nevnd em í stk. 1. 2) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í egnum ella útleigaðum húsum gjaldarans ella í húsum, sum gjaldarin eigur, og sum hann ella húsfólk hansara nýta til frítíðarbústað ella annað. 3) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á virkjum, á stovnum v.m. 4) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í flutning- stólum, tá hesi bert verða nýtt til vinnuligt enda- mál. 5) Sjónvarpsmóttakarar umborð á skipum, sum eru skrásett í Føroyum. 6) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á kost- skúlum, øðrum skúlum og í felagshølum v.m. 7) Sjónvarpsmóttakarar á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum, dagstovnum v.m. 8) Sjónvarpsmóttakarar á hotellum, gistingarhúsum v.m.: Frá 1 til 5 móttakarar 1 gjald. Frá 6 til 10 móttakarar 2 gjøld o.s.fr. § 3. Persónar, búsettir uttanlands, sum eru í Føroyum í styttri tíð enn 3 mánaðir og hava sjónvarpsmóttak- ara við, skulu ikki gjalda sjónvarpsgjald. § 4. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir áðrenn 1. januar, skal gjaldið verða goldið sjónvarpinum í sein- asta lagi 1. apríl árið eftir. Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðar- skeiðinum 1. januar til 30. juni, skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri sjónvarps- móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januarárið eftir. Stk. 3. Gjaldskyldan hvílir á eigaranum (nýtaranum), um hann eigur sjónvarpsmóttakaran, hevur hann til láns el. líkn. Stk. 4. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjalddagar, skal verða goldið eykagjald kr. 50,00 umframt meirvirðisgjald. Tey í § 1 og 1. petti nevndu gjøld kunnu innheintast við panting. Stk. 5. Tann, ið ognar sær sjónvarpsmóttakara, skal innan 14 dagar boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum skal rinda sjónvarpsgjaldið. Stk. 6. Sjónvarp Føroya kann víkja frá gjaldsfreistun- um í stk. 1, 2 og 4, og gera gjaldsavtalur, soleiðis at skilja, at sjónvarpsgjaldið kann rindast í upp til 4 av- gjøldum. Verður gjaldsavtalan eftir hesum stk. ikki hildin, verða gjaldsfreistimar í stk. 1, 2 og 4 at galda. § 5. Tann, ið selur ella leigar út sjónvarpsmóttakarar, skal boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum keypir/leigar, so hvørt sum sølan/leigan fer fram. Stk. 2. Tollmyndugleikar hava skyldu at siga sjón- varpinum frá, tá ið sjónvarpsmóttakarar verða fluttir til Føroya. § 6. Verður sjónvarpsmóttakari tikin úr nýtslu sum ónýtiligur ella á annan hátt latin øðram, skal ein boða sjónvarpinum frá beinanvegin skrivliga fyri at verða frítikin fyri at gjalda. Sjónvarp Føroya kann krevja váttan fyri, at sjónvarpsmóttakari veruliga er ónýti- ligur. § 7. Allir sjónvarpsmóttakarar í landinum skulu skrá- setast hjá Sjónvarpi Føroya. Tann, ið nýtir ella hevur um hendi sjónvarpsmóttakara, skal geva Sjónvarpi Føroya boð um navn og bústað hjá tí, sum skal gjalda. Stk. 2. Telefonverk Føroya Løgtings boðar Sjónvarpi Føroya frá, so hvørt tey ymisku plássini síggja sjón- varpssendingar. Stk. 3. Viðvíkjanđi gjaldi verður víst til § 4, stk. 1 og 2. § 8. Tey, sum ikki gjalda rættstundis ella ikki halda fráboðanarskyldumar eftir §§ 4, 5 og 7, koma sam- svarandi lógini um sjónvarp undir sekt. § 9. Flenda kunngerð fær gildi frá 1. mai 1996. FØROYA LANDSSTÝRI, 17. juli 1996 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.