Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Blaðsíða 2
Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir í tíðar- skeiðinum 1. januar til 30. juni, skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri sjónvarp- smóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januar árið eftir. Stk. 3. Gjaldskyldan hvílir á eigaranum (nýtaranum), um hann eigur sjónvarpsmóttakaran, hevur hann til láns el. líkn. Stk. 4. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjalddagar, skal verða goldið eykagjald kr. 50,00 umframt meirvirðisgjald. Tey í § 1 og 1. petti nevndu gjøld kunnu innheintast við panting. Stk. 5. Tann, ið ognar sær sjónvarpsmóttakara, skal innan 14 dagar boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum skal rinda sjónvarpsgjaldið. Stk. 6. Sjónvarp Føroya kann víkja frá gjaldsfreist- unum í stk. 1, 2 og 4, og gera gjaldsavtalur, soleiðis at skilja, at sjónvarpsgjaldið kann rindast í upp til 4 avgjøldum. Verður gjaldsavtalan eftir hesum stk. ikki hildin, verða gjaldsfreistimar í stk. 1, 2 og 4 at galda. § 5. Tann, ið selur ella leigar út sjónvarpsmóttakarar, skal boða Sjónvarpi Føroya frá navni og bústaði hjá tí, sum keypir/leigar, so hvørt sum sølan/leigan fer fram. Stk. 2. Tollmyndugleikar hava skyldu at siga sjón- varpinum frá, tá ið sjónvarpsmóttakarar verða fluttir til Føroya. § 6. Verður sjónvarpsmóttakari tikin úr nýtslu sum ónýtiligur ella á annan hátt latin øðrum, skal ein boða sjónvarpinum frá beinanvegin skrivliga fyri at verða frítikin fyri at gjalda. Sjónvarp Føroya kann krevja váttan fyri, at sjónvarpsmóttakari veruliga er ónýtiligur. § 7. Allir sjónvarpsmóttakarar í landinum skulu skrásetast hjá Sjónvarpi Føroya. Tann, ið nýtir ella hevur um hendi sjónvarpsmóttakara, skal geva Sjón- varpi Føroya boð um navn og bústað hjá tí, sum skal gjalda. Stk. 2. Telefonverk Føroya Løgtings boðar Sjónvarpi Føroya frá, so hvørt tey ymisku plássini síggja sjón- varpssendingar. Stk. 3. Viðvíkjandi gjaldi verður víst til § 4, stk. 1 og 2. § 8. Tey, sum ikki gjalda rættstundis ella ikki halda fráboðanarskyldumar eftir §§ 4, 5 og 7, koma sam- svarandi lógini um sjónvarp undir sekt. § 9. Henda kunngerð fær gildi frá 31. oktober 1996. Tó fær § 1, stk. 2 gildi frá 1. januar 1997. Undirvísingar- og mentamáladeildin, 10. januar 1997. Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.