Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Side 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1997, Side 3
Nr. 136 403 Kunngerð um stuðul til flutning av físki Við heimild í løgtingslóg nr. 67 frá 13. juni 1995 um stuðul til flutning av fiski, sum broytt við løgtings- lóg nr. 112 frá 13. juni 1997, verður fyrisett: § 1. Til flutning av fiski frá uppboðssølu til virking- ar í oyggjum, har ikki er koyrandi yvir fjørð ella sund, verða latin 30 oyru/kilo í flutningsstuðli. § 2. Til flutning av fiski frá bátum úr bygdum, har eingin fiskakeypari er, verða latin 15 oyru/kilo í flutningsstuðli til at flyta fiskin til nærmasta avreið- ingarstað. 20. august § 3. Lønjavningargrunnurin umsitur skipanina við flutningsstuðli. Stuðulin verður útgoldin eftir um- sókn skjalprógvað við avreiðingarseðli og avriti av rokning frá flutningsfelag ella bilførara, sum eru MVG-skrásett. § 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 121 frá 13. juli 1995 um. Fiskivinnudeildin, 20. august 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Ulla Svarrer Wang (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.