Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 71
Korkadalur
79
Meðan eg sat og skrivaði grein, eg nevndi »Celtic Elements in
some Faroese Place-Names«, og sum er ætlað at koma í eitt heið-
ursskrift, sum University College í Galway hevur í umbúna (av
óheppiligum umstøðum er skriftið ikki prentað enn), rann mær í
huga, at kanska er korki í navninum Korkadalur eitt annað kall-
kynsorð, sum í norrønum málum fyri vestan hav hevði sama snið
sum okkara dagliga orð korki. Hetta orðið korki merkir »havri«,
og er funnið í Hjaltlandi (í handriti frá 18. øld) og í Islandi (í
handriti frá o.u. ár 1400). Hetta orðið er helst komið inn í tey
norrønu vestanmálini, eins og hitt, úr gæliskum. Men gæliska heitið
á havra hevur einki at gera við ta nevndu ljóðbroytingina (lat. p
verður k). Tað, skotsk-gæliskt corc, írskt coirce, er til í øllum kelt-
iskum málum, t.e. eisini í málunum í Wales, Cornwall og Bretagne,
og í øllum teimum er k (c) upprunaligt. í Islandi er tað norrøna
sniðið, sum nevnt er, korki, og er tað har til skjals (í handriti av
Snorra Eddu) í uppreksan av skaldsligum orðum og har talt upp i
sáðs heiti, so einki er at ivast í, at meint er við eitt kornslag. 1
Hjaltlandi, á oynni Foula, skrivaði skotin George Low upp saman-
setingina Corca coust »oat bread«, t.e. havrabreyð. Handritið hjá
Low (National Library, Edinburgh) er tíðarmerkt 1777.
Tað málsliga tilfarið, sum er borið fram her, sigur okkum so
mikið, at fyrri liðurin í tí einnevnda dalsnavninum Korkadalur fcer
verið orðið korki »havri«, sum bæði tey nevndu grannamálini vátta
var til í norrønum máli fyri vestan hav. Tað verða so aðrar kann-
ingar, sum ikki eru málsligar, sum fara at gera av, hvørt havrakorn
hevur vaksið í Korkadali ella ikki.
Tá ið eg greiddi Jóannesi Rasmussen doktara frá hugsan míni um
navnið Korkadalur, gjørdi hann meg varan við, at Jóhannes
Johansen hevði verið í Mykinesi og gjørt pollen-kanningar í fornum
økrum í Lamba har vesturi. Úrslitið av kanningum sínum hevði
Jóhannes Johansen tá skrivað grein um, sum var búgvin til prent-
ingar. Síðan er greinin prentað, í Danm. geol. Unders., Árbog 1978,
bls. 93-103. København 1979. Frágreiðing Jóhannesar eitur Cereal
cultivation in Mykines, Faroe Islands AD 600. Tað, sum J.J. skrivar
um kornveltingina í Lamba, og sum mest hevur at týða fyri okkum
her, er hetta: o.u. ár 600 fóru menn at velta har í Lamba, og tað