Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 291
Tinganes 1673
299
hjá keypmamnmum brast, »omkasted baade Bord, Folk og alt, hvad
i Stuen var« inni hjá fútanum. Samstundis sló eldurin inn gjøgnum
vindeygað og veggin í fútahúsunum og fylti stovuna við royki og
eldi.
7. Bøkjarahús keypmansins. 1 vitnisfrágreiðingini frá 1673 sigur
keypmaðurin, at eitt lítið bøkjarahús hansara brendi. Hetta bøkj-
arahúsið er ikki at finna í yvirlitunum frá 1670. 1 1627 verður
nevnt eitt bøkjarahús, sum er sett ov nær ráðstovuni, men neyvan er
hetta sama húsið. Heldur er bøkjarahúsið bygt millum 1670 og
1673, og samanbera vit røðina í báðum yvirlitunum, er tað ikki
óhugsandi, at bøkjarahúsið hevur staðið við stórustovu keypmans-
ins, har tað í 1670 verður sagt, at eitt opið pláss er, har ein kovi
hevur staðið, og har rúm er fyri einum góðum húsi.
8. Kongsins stova. Umframt tey brendu handilshúsini nevnir
keypmaðurin í vitnisfrágreiðing síni frá 1673 eisini, at kongsins
stova við køki og svala uttanfyri, sum fútin brúkti, er niðurbrend.
Hendan stova, sum fútin búði í, og tí mangan verður nevnd fútarns
stova, er fleiri ferðir nevnd í tingbókunum, fyrstu ferð í 1623 (Ting-
bókin 1615—54:174), tá ið sagt verður frá, at gamla kongsstovan
er niðurdottin, og at fútin í 1622 hevur latið hana byggja upp aftur.
í 1629 eru takið og skorsteinurin farin av vindi, og fútin hevur
latið hetta gera aftur (Tingbókin 1615—54:226). 1 1656 hevur fútin
aftur tikið húsini niður, tí tey vóru í so vánaligum standi, og hevur
bygt nýggj hús í staðin (Løgtings- og vártingsbókin 1655—66:
61—62). f hesum sambandi skilst, at kongsins stova mest var ætlað
at hýsa kongligum umboðsmonnum, sum komu til Føroya; men
vanliga búði fútin í henni og nýtti hana eisini til avhoyringar,
semingsroyndir o. t.
Sum áður frágreitt hevur kongsins stova staðið undir liðini á
teirri avgomlu stokkastovuni nr. 4 og tætt oman fyri stovur keyp-
mansins.
9. Krútbúsið varð bygt í 1670, og stóð tað í Lítla skansa (Løg-
tingsbókin 1666—77:132). Hesin Lítli skansi er annars lítið um-
røddur í tingbókunum, og einki verður sagt beinleiðis um, hvar
hann var; men eyðvitað hevur hann verið heilt nær teimum brendu
húsunum. Tó skilst av vitnisfrágreiðing loytnantsins, Claus Becker