Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 292
300
Tinganes 1673
(Løgtingsbókin 1666—77:211), at krúthúsið í Lítla skansa hevur
staðið nakað burtur frá keypmanshúsunum, har eldurin íbirtist.
Loytnanturin var lagstur, tá ið hann hoyrdi brestin av krútinum á
keypmansloftinum. Hann fór upp og trummaði eftir fólki, og tá
hann hevði verið eina løtu úti á Tinganesi og sæð, at eldur var ikki
komin í krúthúsið, fór hann heim aftur í Havnina og bað menn
draga bát, fyri á tann hátt at koma fram og bjarga tí, sum var í
krúthúsinum. Hetta var tó hildið at vera ógjørligt fyri illveður.
Claus Becker fór so út aftur móti Tinganesi, og tá ið hann var
komin hálva leið, sprongdist krúthúsið. 1 krúthúsinum vóru m. a.
2200 pund av krúti og 97 løddar handgranatir (Løgtingsbókin
1666—77:220—21).
Sostatt kann krúthúsið ikki hava verið millum tey hús, sum stóðu
keypmanshúsunum næst, og sum eldurin beinan vegin festi í.
1 1709 er ein Lítli skansi umrøddur (Kommissionsbetænkningen
1709—10:98), og sæst hesin skansi eisini á kortinum hjá Rasmus
Juel frá 1710 (1. mynd) uttan fyri handilshúsini á tí stað, har
tað ytsta húsið á Tinganesi í dag stendur. Tað er ikki óhugsandi,
at hetta er sami Lítli skansi, sum var í 1673, tí longu í 1658 sæst,
at skansi hevur verið uttarlaga á Tinganesi. Hetta árið greiðir eitt
vitni í sakarmálinum frá, at hann gekk niðri í skansanum og sá,
hvat hendi við Leigubúðina (Løgtings- og Vártingsbókin 1655—66:
142).
10. Landsins tinghús er millum tey hús, sum keypmaðurin í
vitnisfrágreiðing síni sigur vera brend. Hús, sum nýtt hava verið til
tingfundir, eru nevnd fleiri ferðir í tingbókunum við ymsum heitum
(Thorsteinsson 1978). Elsta dømi er Ráðstovan, sum var nevnd í
tingbókini í 1557 (Tingbókin 1615—54:52); í 1616 verður Ting-
stovan nevnd (Tingbókin 1615—54:33), í 1617 aftur Ráðstovan
(Tingbókin 1615—54:39) og í 1619 Gildisskálin. 1 yvirlitinum frá
1627 verður Ráðstovan aftur nevnd og eitt bøkjarahús, sum sett er
ov nær henni. Uttan iva eru Ráðstovain, Tingstovan og Gildisskálin
sama húsið. Av umrøðuni frá 1619 sæst, at kongur átti Gildisskálan,
og at fútin hevði ræði á húsinum; men løgtingið skilaði sær rætt til
at nýta húsið, tá ið fútanum ikki tørvaði tað.
í 1658 finna vit landsins hús umrøtt, og í 1663 landsins tinghús