Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 64

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 64
Rættarmálið í Føroyum Jógvan Andreassen Inngangur í okkara øld hevur ansurin fyri okkara tjóð- areyðkennum, serliga málinum, verið stór- liga vaksandi. Serstakliga hevur tað gjørt seg galdandi viðvíkjandi skúla- og kirkjumál- inum, og tað er eisini nógv skrivað um hesar spurningar. Ein spurningur, sum tað kanska ikki er skrivað so nógv um, hóast hann hevur verið dúgliga viðgjørdur á tingi, er spurn- ingurin um rættarmálið í Føroyum, og skal eg við hesi grein royna at lýsa henda spurn- ing eitt sindur nærri. Søguligt baksýni Fólkið, sum búði her á landi tað tíðarskeiðið, Føroyingasøga sigur frá, er óivað komið úr Noregi og oyggjabólkunum sunnan fyri okkum, har norðmenn eisini búðu. Tað hev- ur talað norrønt mál, og tað er einki at ivast í, at tað hevur tikið tær gomlu norsku løg- skipanirnar við sær higar. I Tórshavn varð alting stovnað, har rættarmál komu til við- gerðar, sí t.d. frásøgnina um rættarmálið millum Havgrím og Skúvoyarbrøðurnar Brestir og Beinir viðvíkjandi illstøðuni mill- um Eldjarn Kambhøtt og Einar Suðuroying inni hjá Havgrími. Rættarviðgerðirnar á løg- tingi hava verið munnligar og eru sjálvandi farnar fram á tí máli, fólkið her á landi talaði tá. Heldur ikki aftan á 1035, tá ið Leivur Øssursson tók oyggjarnar í len av norska konginum Magnusi góða, og tær fyrstu øld- irnar aftan á hetta var nøkur málslig tvístøða í føroyskum rættarviðurskiftum. Fólkið í Føroyum talaði eins og norðmenn forna norrøna málið. I 1380 vórðu Danmark og Noreg sameind undir sama kong. Føroyar vórðu ta fyrstu tíðina aftaná framvegis roknaðar sum norskt skattland, og tað var eisini norsk lóggáva, sum saman við onkrum serføroyskum lógar- reglum, eitt nú Seyðabrævinum, var grund- arlagið undir rættarviðurskiftunum í Føroy- um. So við og við gjørdist gongdin í Noregi, at embætismenn av donskum uppruna í størri og størri mun vórðu settir, og teir høvdu mangan trupult við at skilja tað forna málið í teirri gomlu norsku lóggávuni, eitt nú landslógina hjá Magnusi Løgbøtara frá 1274, sum fá ár seinni eisini fekk gildi fyri Føroyar. Kristian kongur fjórði læt tí gera eina norska lógbók á donskum máli „Kong Kristian den Fjerdes Norske Lovbog af 1604“, sum fyri ein stóran part bert var ein umseting av landslógini hjá Magnusi Løg- Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 68-80
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.